YVIRGANGUR: Álopið í Manchester vísir, at tað er einki mark fyri óhugnaligum álopum. Børn vóru ímillum tey dripnu. Ósek og meinaleys børn. Men vit mugu ikki fella í fátt, heldur løgmaður
Tað er ræðandi at síggja álop á verjuleys børn og vaksin til eina fagnaðarløtu, sum ein konsert eigur at vera, heldur løgmaður.
Tað líkist ongum, og enn einaferð mugu vit leggja doyðin á at standa saman ímóti slíkum óndum atsóknum.
Vit mugu styrkja samanhaldið enn meira.
Hetta álopið vísir, at tað er einki mark fyri óhugnaligum álopum. Børn vóru ímillum tey dripnu. Ósek og meinaleys børn. Men vit mugu ikki fella í fátt.
Vit mugu halda fast við okkara grundleggjandi virði og virka treytaleyst út frá teimum, hóast vitloysingar vilja hava tað øðrvísi.
Okkara tankar eru við teimum deyðu, særdu og teirra nærmastu. Føroyar hava eitt sterkt søguligt tilknýti til Bretland, og tað er við tí í huga, at eg vegna Føroya fólk og landsstýrið fari at senda Theresa May, bretska forsætisráðharranum, samkensluskriv.
Aksel V. Johannesen, løgmaður