11.02.2015 · Løgmansskrivstovan

Tað eigur at vera samsvar millum arbeiðsbyrðu og samsýningar í almennum nevndum

Tað eigur at vera samsvar millum arbeiðsbyrðu og samsýningar í almennum nevndum

Løgmaður hevur svarað uppá 52a fyrispurningur frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni um útsøgn løgmans at minka um talið av almennum nevndum og ráðum. Í svarinum sigur løgmaður m.a., at tað eigur at vera eitt rímiligt samband millum arbeiðsbyrðu og stødd á samsýning. Mannagongdin er, at Lønardeildin skal góðkenna samsýningar. Landsstýrið ásetur ella góðkennir ikki samsýningarnar í almennum partafeløgum. Ein bólkur er settur at gera uppskot um, hvussu landsins eigaraskapur skal verða útintur almennum partafeløgum, heruppí um løn til nevnd og stjórn. Eisini arbeiðir Vinnumálaráðið við uppskotið um at broyta vinnufelagalógina, har tað verður ásett krav um, at partafeløg skulu miðja eftir at hava javnt kynsbýtið í leiðsluni.

Svar uppá fyrispurning nr. 49/2014 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni um útsøgn løgmans at minka um talið av almennum nevndum og ráðum

Fyrispurningurin var soljoðandi:

  1. Er talið av almennum nevndum og partafeløgum minkað, síðan fráboðan løgmans í februar 2014?

  2. Hevur landsstýrið tikið nøkur stig fyri at bøta um ójavna kynsbýtið, í almennum nevndum?

  3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at stórur munur er á løn/samsýning í almennum partafeløgum/nevndum?

Svar:

Til 1. Talið av nevndum er ikki lækkað tað seinasta árið.

Síðan nevndaryvirlitið varð almannakunngjørt 14. februar 2014 eru, mær kunnugt, hesar nevndir stovnaðar: P/F Eystur- Sandoyartunlar og Útflutningsráð Føroya.

Eitt av endamálinum við at gera eitt yvirlit yvir nevndir og ráð var at fáa fult gjøgnumskygni á økinum. Við fullum gjøgnumskygni gerst tað m.a. lættari at fremja neyðugar broytingar. Og  broytingar verða gjørdar. Dømi um hetta er økið hjá Føroya Kærustovni. Nevnast kann, at tann 1. januar í ár gjørdist Høvuðsbarnaverndarnevndin partur av Kærustovninum. Kærustovnurin samskiftir við tvær kærunevndir um at skipa tær sum part av Kærustovninum fyri at styrkja fakligu og løgfrøðiligu viðgerðina og fyri at gagnnýta tilfeingið enn betri.

Nevnast kann eisini, at onkrar samsýningar til almennar nevndarlimir eru broyttar. Dømi um hetta er lækkingin í samsýningum til nevndarlimir í Fíggingargrunninum. Í fjør varð samsýningin til formannin lækkað úr 18.000 kr. um mánaðin í 6.000 kr. um mánaðin. Fyri vanligar limir var lækkingin úr 9.000 kr. í 4.000 kr. um mánaðin.

Til 2. Landsstýrið hevur ikki tikið serstøk stig til at bøta um ójavna kynsbýtið. Landsstýrið heldur seg til lóggávuna á økinum, sum er løgtingslóg um javnstøðu, ið hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.  Og tí er spurningurin um kynsbýti altíð við í tilgongdini at velja limir í almennar nevndir og ráð.

Yvirlitið skapar tilvitan um kynsmunin. Tað er henda tilvitan, ið skal til fyri at bøta um ójavnan.

Viðvíkjandi kynsbýtið í nevndum í partafeløgum, sum landið eigur, kann upplýsast, at Vinnumálaráðið arbeiðir við uppskoti um at broyta vinnufelagalógina og ársroknskapar-lógina, har tað verður ásett krav um, at partafeløg, heruppí partafeløg, sum landið eigur, skulu miðja eftir at hava javnt kynsbýti í leiðsluni hjá feløgunum.

Til 3. Spurningurin um støddir og munir á samsýningum eigur at verða viðgjørdur við støði í, hvør ábyrgd og arbeiðsbyrða liggur í nevndarsessunum. Tað er greitt, at nevndirnar eru rættiliga ymiskar, eisini tá ið talan er um arbeiðsbyrðu og ábyrgd. Tað eigur at vera eitt rímiligt samband millum arbeiðsbyrðu/ábyrgd og stødd á samsýning.

Mannagongdin er, at Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum skal góðkenna samsýningar/fundarpengar. Við hesum verður tryggjað eitt rímiligt stig fyri samsýningarnar.

Landsstýrið ásetur ella góðkennir ikki samsýningarnar í almennum partafeløgum.

Tá virksemið er skipað í partafelagsformi, hevur tað við sær, at løn og samsýning til starvsfólk, stjórn og til nevnd verða ásett samsvarandi tí, sum galdandi er fyri onnur partafeløg. Fyri starvsfólk í almennum partafeløgum er tað ikki sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum eru galdandi, men sáttmálarnir millum privatu arbeiðsgevararnir og arbeiðstakarafeløgini.

Samsvarandi er tað heldur ikki samsýningarnar til limir í almennum nevndum og ráðum, sum galda fyri limir í nevndum hjá partafeløgum, sum landið eigur, men her verða samsýningarnar settar samsvarandi tí, sum mett verður vanligt í øðrum partafeløgum í mun til slag og vavi av arbeiðinum, sbr. § 138 í vinnufelagalógini.

Tá samsýningin skal ásetast í mun til slag og vavi av arbeiðinum í nevndunum, verður tað sjálvandi munur á samsýningunum. Um tað er ov stórur munur á løn/samsýning í almennum partafeløgum er ilt at siga, men um so er, kann tað m.a. koma av, at vit mangla felags fatan av, hvørjar leiðreglur eiga at verða nýttar í hesum sambandinum.

Tað er tí settur ein embætisbólkur at gera uppskot um, hvussu landsins eigaraskapur skal verða útintur í førum, tá virksemið hjá landinum er skipað uttanfyri vanligu landsumsitingina, í partafelagsformi ella líknandi felagsformi, heruppí um løn/samsýning til nevnd og stjórn.

Leiðreglur um samsýningar til nevndina í partafelagið kunnu vera ásettar í viðtøkunum, sum aðalfundurin hevur samtykt, og nevndin ásetir so sjálv samsýningina innanfyri tað, ella tað kann vera ásett í viðtøkunum, at aðalfundurin skal góðkenna samsýningarnar. Samsýningin framgongur eisini av ársfrásøgn hjá partafeløgunum, sum skal góðkennast av aðalfundinum, og ábyrgdarhavandi landsstýrismaður hevur eisini tann vegin ávirkan á samsýningina.

Í Tinganesi, 10. februar 2015

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður