07.12.2012 · Løgmansskrivstovan

Tað er ikki landsskatturin, sum tyngir hjá barnafamiljum og lágløntum. Tað er kommunuskatturin.

Tað er ikki landsskatturin, sum tyngir hjá barnafamiljum og lágløntum. Tað er kommunuskatturin.
Borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen sigur í samrøðu við Vágaportalin, at skattaumleggingin hjá samgonguni er orsøk til, at summar familjur eru sperdar fíggjarliga: “... ikki allar familjur í kommununi (hava) tað gott, og tað er ein beinleiðis ávirkan av flatskattinum.
 
Eg haldi ikki tað sømir seg fyri borgarstjóran, at geva landsstýrinum alla skuldina fyri sperdu støðuna familjur eru í, tá borgarstjórin og kommunurnar kunnu gera nakað við trupulleikan.
 
Borgarstjórin vil vera við, at landsskatturin er ein flatskattaskipan. Landsskatturin er progressivur. Kommunala skattaskipanin er harafturímóti ein flatskattaskipan, tí øll gjalda tað sama í kommunuskatti, lutfalsliga, uttan mun til inntøku. Hetta merkir, at láglønt gjalda munandi meir í kommunuskatti enn í landsskatti. (Sí yvirlit.)
 

Inntøka
Kommunuskattur
Landsskattur
Tilsamans
kr. 100.000
kr. 14.525
kr. 7.000
kr. 21.525
kr. 200.000
kr. 35.275
kr. 27.000
kr. 62.275
kr. 300.000
kr. 56.025
kr. 47.000
kr. 103.025
 
Borgarstjórin í Tórshavn og kommunurnar hava møguleika at bøta um fíggjarligu støðuna hjá lágløntum. Eitt nú vildi ein størri botnfrádráttur í kommunuskattinum gjørt stóran mun. Hetta krevur eina lógarbroyting. Um kommunurnar ynskja ein hægri botnfrádrátt, er landsstýrið so avgjørt sinnað at gera neyðugu lógarbroytingarnar. Heðin Mortensen skal bara siga til.    

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður