14.11.2013 · Løgmansskrivstovan

Tað lýsir í eystri

Tað lýsir í eystri

Gongdin fær valla verið greiðari. Føroyskir útflytarar leita í størri og størri mun eystureftir, tá ið teirra vørur skulu útflytast úr Føroyum. Hagtølini eru greið. Føroyski útflutningurin til Russlands er fleirfaldaður frá 2007 til 2012(sí hagtøl her). Í fjør útfluttu vit fyri í alt 460 milliónir krónur. Handilsbannið hjá ES í summar hevur óivað við sær, at okkara útflutningur til Russlands í ár verður metstórur – kanska eina slaka hálva milliard ella so.


Tørvurin á góðum handilsviðurskiftum í londunum eystanfyri hevur sjáldan verið størri. Frá politiskari síðu verður stútt og støðugt arbeitt fyri at gera okkara marknaðarmøguleikar meira fjøltáttaðar. Eisini hava alivinnan og pelagiska vinnan gjørt vart við seg, og vilja hava so góð handilsviðurskifti sum gjørligt við eystanlond. Í farnu viku var eg á fundi í Russlandi og Kasakstan við greiða endamálinum: At tryggja føroyskum útflytarum so góðar treytir sum gjørligt.
 

Eurasiska tollsamgongan
Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra okkara handilsviðurskifti við Russland. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland millum annað knýtti ætlaða WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um Most Favoured Nation Treatment. Sáttmálin kom í gildi í 2006.


Okkara kós er lutvíst broytt. Fyri stuttum eru Russland, Kasakstan og Hvítarussland gingin saman í Eurasisku tollsamgonguna. Tá hesi trý londini hava funnið saman, ber ikki til einans at gera ein fríhandilssáttmála við Russland. Nú mugu vit gera fríhandilssáttmála við øll trý londini umvegis tollsamgonguna. Við øðrum orðum er málið hjá landsstýrinum at gera ein fríhandilssáttmála við Eurasisku tollsamgonguna.


Tað er einki at taka seg aftur í, at laksur og uppsjóvarfiskur standa fyri meginpartinum av okkara útflutningi til eystanlond. Fáa vit beint burtur tollforðingarnar, letur tað veruliga dyrnar upp fyri enn størri útflutningi til hesar marknaðir. Marknaðirnir eystanfyri eru so mikið áhugaverdir, at í løtuni standa heili 30 lond og bíða og vilja gera fríhandilssáttmála við Eurasisku tollsamgonguna. Av teimum 30 londunum, ið vilja hava ein sáttmála við tollsamgonguna, standa EFTA londini frammarlaga í røðini.
Hetta hevur serligan áhuga í Føroyum, tí tað hevur stóran búskaparligan týdning, at føroyskar útflutningsfyritøkur fáa somu treytir á hesum marknaðum sum kappingarneytar okkara úr Noregi og Íslandi, sum bæði eru limir í EFTA.


Tað verður kortini ikki bara arbeitt við Eurasisku tollsamgonguni.
 

Møguleikar í Ukraina
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at betra okkara handilsviðurskifti við Kina, Brasilia og Turkaland. Ukraina er eitt annað eystanland, sum hevur stóran áhuga á okkara leiðum. Tað er komið longst á leið við einum fríhandilssáttmála við Ukraina. Fundir hava verið við ukrainskar myndugleikar. Uppskot um fríhandilssáttmála er sent teimum, og so skjótt tey eru til reiðar, verður farið undir veruligar samráðingar.


Pelagiska vinnan og alivinnan í Føroyum hava áður gjørt vart við, at tey vilja, at Føroyar og Ukraina gera ein sáttmála. Eisini í Ukraina er tað av stórum týdningi, at føroysku útflytararnir í minsta lagi fáa somu treytir á ukrainska marknaðinum, sum sínir kappingarneytar úr EFTA og ES.
 

Ukraina og EFTA gjørdu ein fríhandilssáttmála í 2010, og sama um tollurin í løtuni eru teir somu fyri føroyskar fiskavørur sum vørur úr øðrum londum, so kann hetta brádliga broytast, um Ukraina velur at hækka tollin á vørum, ið stava frá londum, sum Ukraina ikki hevur gjørt fríhandilssáttmála við. Hetta hevur verið upp á tal fleiri ferðir.
 

Sendistova í Moskva
Stóri áhugin hjá okkara útflytarum og miðvísa arbeiðið hjá landsstýrinum at tryggja betri handilsviðurskifti eystanfyri, eigur at seta ferð undir tilgongdina at fáa sett eina føroyska sendistovu á stovn í Moskva.


Flestu teknisku forðingarnar eru beindar av vegnum. Mett verður, at ein sendistova í Moskva krevur eina játtan á 3,25 mió. kr. Málið verður nú fyrireikað, og manglar ein játtan á fíggjarlógini til at seta sendistovuna í Russlandi á stovn.

Drúgv tilgongd
Vit eru fullgreið yvir, at Føroyar fara ikki yvir nátt at røkka einum fríhandilssáttmála við hvørki Eurasisku tollsamgonguna ella Ukraina. Av royndum vita vit, at tað er ein tungur burður at koma á mál. Føroyskir myndugleikar hava í fleiri umførum kannað møguleikan at gera handilssáttmálar við lond uttanfyri Evropa. Svarið er vanliga, at føroyski heimamarknaðurin er so lítil og tí ikki hevur so stóran áhuga. Metingin hjá londunum er, at stríðið at fáa handilssáttmála í lag er størri enn møguligi vinningurin.


Vit kundu valt at latið vera við at roynt við at vinna Føroyum fleiri handilssáttmálar. Hetta er kortini ikki nøkur gøta at ganga, tí so koma vit ongantíð av fetanum. Vit eiga áhaldandi at royna at elta teir møguleikar sum eru fyri, tí bæði fyri okkara útflytarar og fyri føroyska samfelagið er hetta ómetaliga týdningarmikið.


Einki kemur úr ongum, og uttan mun til um tilgongdin gerst drúgv, so skylda vit hvørjum øðrum at royna at banka á tær dyr, vit kunnu lata upp fyri okkara dugnaliga vinnulív.

Í farnu viku varð eitt týðandi fet tikið á leiðini, tá ið vit handaðu myndugleikunum í Russlandi, Kasakstan og Eurasisku tollsamgonguni eina formliga áheitan úr Føroyum um at gera fríhandilssáttmála við Eurasisku tollsamgonguna. Við hesum gerst vegurin móti einum fríhandilssáttmála við Eurasisku tollsamgonguni vónandi slættari at ganga.