26.12.2016 · Løgmansskrivstovan

Takk fyri stórt hjálpsemi

Takk fyri stórt hjálpsemi

Herviliga ódnarveðrið hevur sett sín dám á jólini í ár.  Seinastu dagarnir hava náttúrukreftirnar víst sína óvanliga stóru megi. Fleiri virkisbygningar eru illa farnir, tekjur rivnar, bilar og bingjur fuku í luftini og nógv sethús hava fingið skaða. Tíbetur stóðst eingin álvarsligur fólkaskaði í ódnarveðrinum.

Eg vil takka øllum, sum á ymiskan hátt hava tikið eitt tak og veitt neyðuga hjálp í ódnarveðrinum. Eg hugsi millum annað um bjargingarfeløg og sløkkilið kring landið, Strandferðsluna, løgregluna, Kringvarpið, Landsverk, SEV og borgarar, ið øll hava kýtt seg.

Tit hava øll gjørt eitt risa arbeiði, sum vit sum tjóð eru sera takksom fyri.

Aksel V. Johannesen

Løgmaður