21.05.2015 · Løgmansskrivstovan

Talgildu Føroyar - lættari, betri og bíligari fyri samfelagið

Talgildu Føroyar - lættari, betri og bíligari fyri samfelagið

Ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina ætlan fyri at talgilda almennar tænastur. Verkætlanin hevur heitið Talgildu Føroyar. Verkætlanarbólkurin er mannaður við fólki úr almennu fyrisitingini, úr kommunum og vinnuni, umframt føroyskum og útlendskum serfrøðingum.

Stór menning fer fram innan talgilding. Í Føroyum er talgildingin tó í mestan mun farin fram á tann hátt, at einstøku stovnarnir hvør í sínum lagi hava ment sítt talgilda virksemi, heldur enn eftir eini yvirskipaðari ætlan og kós til frama fyri alt føroyska samfelagið.

Avleiðingin er, at á nógvum økjum eru KT-skipanir ikki nútímansgjørdar, og vit eru eftirbátur, tá ið tað ræður um talgildar tænastur til borgarar og vinnu. Grundleggjandi upplýsingar um borgarar, virki, fastar ognir o.tíl. - eisini nevnt grunddáta - verða skrásettar nógva staðni í almenna geiranum, og KT-skipanir og umsitingin av upplýsingunum er spjadd út í ymiskum stovnum, kommunum og feløgum. Men tørvur er á skynsamum samskifti millum hesar skipanir og at samskipa hesa skráseting fyri at tryggja, at upplýsingar altíð eru dagførdar. Úrslitið av vantandi samskipanini er tungar, manuellar og tíðarkrevjandi arbeiðsgongdir og dupultfunktiónir í tí almenna. Hetta hevur við sær, at óneyðug arbeiðsorka, tíð og peningur verða nýtt.

Høvuðsmálini fyri ætlanina eru:

  • At borgarar og virki kunnu avgreiða síni viðurskifti við tað almenna talgilt – eitt nú um borgara- og virkisportalar

  • At upplýsingar og tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum

  • At veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar

Yvirskipaðu málini eru:

  • Nútímansgerð av vælferðini og tænastunum hjá føroyingum

  • At útvega fyritreytir fyri effektiviseringum í almenna geiranum

  • Skapa størri kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku

25. juni verður ein yvirskipað strategi almannakunngjørd, við tilmælum um:

Talgildar Tænastur: Hvussu almennir og vinnuligir portalar skulu samarbeiða fyri at trygga, at borgarar og vinna skjótt og einfalt kunnu finna og nýta tær almennu talgildu tænasturnar.

Talgildur Samleiki: Uppskot til loysn um talgildan lykil til innritan og undirskrift, og sum hóskar til føroyska samfelagið.

Grundskráir og samskifti: Eitt yvirlit yvir grunddátaskráir og aðrar skipanir, sum nýta data og samskifta við hesar skipanir, og uppskot til eina yvirskipaða ætlan fyri umsiting av grunddáta, og hvussu KT-skipanir bæði hjá tí almenna og vinnuni kunnu gagnnýta hesi dáta.

KT í tí almenna: Staðfesting av myndugleika og organisering av talgildingartilgongdini og KT-virkseminum, sum tað almenna varðar av. Eitt nú hýsing av skipanum, trygg rakstrarumhvørvi, dagførd undirstøðukervi og standardisering av markamótum og skipanum.

Les meir um Talgildu Føroyar her:www.vmr.fo/arbeidsoki/talgildu-foroyar/