13.02.2011 · Løgmansskrivstovan

Tíðindafundur um granskingarpolitikk Føroya

Tíðindafundur um granskingarpolitikk Føroya
Tíðindafundur um granskingarpolitikk Føroya
 
Føroya Vísindaráð hevur orðað og samtykt yvirskipaðan granskingarpolitikk fyri Føroyar. Í hesum sambandi verður tíðindafundur har granskingarpolitikkurin við heitinum Vitan og vøkstur verður almannakunngjørdur.
 
Tíðindafundurin verður í matarhøllini á Løgmansskrivstovuni fríggjadagin 18. februar kl. 9.00.
 
Á tíðindafundinum luttaka Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Vísindaráðnum, Helena
Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum og næstformaður í Vísindaráðnum og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og skrivari í Vísindaráðnum.
 
Meira fæst at vita um tíðindafundin við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva, á tlf. 551028.