Trygdin hjá borgarum, sum hava verið fyri ónáðum og órætti, verður nú størri. Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd (stalka) ella órógvað. Eitt nú verða reglurnar um tilhald greiðari, og eisini verður møguligt at vísa einum harðligum persóni burtur úr heiminum. Í næstum fer løgmaður, ið eisini varðar av lógarmálum, at leggja lógina fyri Løgtingið.
-Persónliga frælsið hjá hvørjum einstøkum hevur eingin rætt at gera seg inn á. Tá ið persónliga frælsi verður skert, eiga vit at vera á varðhaldi. Nýggja lógin verður ein verja hjá teimum, ið eru fyri ágangi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Ásetingarnar í lógini um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing eru í samsvari við tilmælini í heildarætlanini um Harðskap í parlagum og nærsambondum, sum bleiv løgd fram fyri nøkrum árum síðan.
Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru:
Tilhald fer framyvir at verja fyri øllum slagi av sambandi, sum verður mett at vera brot á persónliga friðin.
Tað ber til at geva uppihaldsforboð innanfyri eitt landafrøðiliga greitt avmarkað øki, t.d. nærhendis heimi ella arbeiðsplássi hjá órættaða.
Persónur eldri enn 18 ár kann í eitt styttri tíðarskeið vísast burtur úr heimi sínum. Treytin er, at viðkomandi er undir illgruna fyri brot á revsilógina. Ein persónur kann eisini vísast burtur, um hann ber seg at á ein slíkan hátt, sum kann vera hóttandi móti húsfólkinum.
Tilhald og uppihaldsforboð fevnir eisini um húsfólk hjá órættaða, um hetta verður hildið neyðugt fyri at røkka endamálinum við tilhaldinum og/ella uppihaldsforboðnum.
Tráfylging (stalking) er allýst sum skipað og áhaldandi forfylging og ágangur, og hetta verður mett sum ein skerpandi støða, tá revsing skal ásetast.
Um ein persónur hevur verið fyri grovum og vandamiklum brotsverki, skal tað beinanvegin kunna geva gerningsmanninum tilhald, soleiðis at órættaði og næstringarnir ikki skulu tola samband o.a. við gerningsmannin.