Nýggja skipanin við ferðsluljósum hjá landsstýrinum kemur í gildi á midnátt í kvøld.
At byrja við eru Føroyar gular, sum merkir, at tilmælini í mittasta teiginum eru galdandi.
Átøkini í grøna teiginum eru altíð í gildi, sama hvat tilbúgvingarstigið er.
Sí koronatilbúgvingina her.
Miðaltalið av nýggjum smittaðum seinastu sjey dagarnar kann broytast, og tá er tað landsstýrið, sum boðar frá, um tilbúgvingarstigið verður broytt.
Eftir samskifti við Farsóttarnevndina og heilsufakligu ráðgevingina, eru gjørdar smávegis tillagingar í ferðsluljósskipanini, sum løgmaður kunngjørdi í Degi og viku týsdagin. Í mesta lagi 50 fólk kunnu savnast til tiltøk uttan koronapass, 200 fólk kunnu savnast innandura við koronapassi, og talið á fólki, sum kunnu savnast uttandura við koronapassi, er óavmarkað.
Skúla-, dagstovna- og frítíðarskúlavirksemi v.m. verður tillagað eftir smittustøðuni á staðnum.
Samstundis skal koronapass brúkast fyri at fáa atgongd til ymiskt virksemi, har nógv fólk vitja, bæði privat og alment.
Koronapass skal her skiljast sum ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska. Hesi byggja á koppseting, kanning ella váttan um fyrrverandi smittu.
Harumframt kunnu hesi skjøl eisini nýtast sum koronapass saman við passi ella koyrikorti:
- gula koppsetingarkortið,
- váttan um koronakanning ella
- váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu.
Fyri jólaborðhald er tað sama galdandi sum fyri náttarlív.
Farsóttarnevndin hevur eisini sett í verk koronakanningar við markið. Hesar eru nú framskundaðar til leygardagin.
Les meira um:
Eitt koronapass skal uppfylla eina av seks treytunum niðanfyri.
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
(1) lidna koppseting ikki eldri eitt ár,
(2) koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
(3) antistoftest, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.
Koronapassið kann eisini vera í pappírshami saman við passi ella koyrikorti, sum:
(4) gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
(5) váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
(6) váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.