Tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri átta døgum síðan fyri at tálma og basa coronasmittuni, verða galdandi fram til eftir páskir – til og við annan páskadag, 13. apríl 2020.
Tað vil siga, at tey, sum kunnu, skulu framhaldandi arbeiða heima. Skúlar, dagstovnar og aðrir stovnar fara framhaldandi bert at hava opið fyri teimum, ið hava mest fyri neyðini. Og fólk verða framhaldandi biðin um at fara í sóttarhald, um tað er illgruni um smittuspjaðing.
- Lurtið eftir tilmælunum, og virðið tey. Tú, eg og øll onnur skulu taka hetta í størsta álvara fyri at draga smittugongdina so langt út sum tilber, segði løgmaður á tíðindafundi seinnapartin.
80 fólk eru staðfest smittað higartil, og trý av teimum staðfest frísk aftur. Og sum støðan er nú, eru myndugleikarnir varliga bjartskygdir um gongdina. Gott trý prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum eru kannað, og tað er munandi meira enn í øðrum londum. Tað er helst eisini orsøkin til, at føroyska talið av smittaðum fólkum er lutfalsliga hægri enn í øðrum londum.
Tiltøkini hjá landsstýrinum byggja á eina einfalda grundreglu.
”Vit gera nógv heldur enn lítið. Vit binda um heilan fingur. Hetta krevur ómetaliga nógv av okkum øllum, og í heilsuverkinum og aðrastaðni taka fólk stór tøk í hesum døgum. Allastaðni renna starvsfólk skjótt, laga seg skjótt til broytingar og finna loysnir heldur enn avbjóðingar;” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini takkaði øllum teimum, sum taka tilmælini í størsta álvara.
Mynd: Sverri Egholm/Portal.fo