Í 2008 var farið undir at orða eina heildarætlan við tí endamáli at fáa Tinganes umvælt og skipað í eini heild, so staðið verður varðveit sum søgu- og fornminni, sum myndar okkara søgu og tjóðarsamleika, samstundis sum Tinganes kemur ferðavinnuni betri til góðar. Endamálið er somuleiðis at skapa tignarligar og nýtslugóðar karmar til fyrisitingina hjá løgmanni og landsstýrinum. Samstundis verða ábøtur gjørdar, sum minka um olju- og elnýtsluna. Málið er, at CO2 útlátið úr Tinganesi skal verða minkað við 73 prosentum í 2020.
Í fleiri ár hevur peningur verið settur av til at gera ábøtur og umbyggingar av ognunum í Tinganesi og seinastu umleið 10 árini hevur Løgtingið játtað upp til 3 mió. kr. árliga. Hinvegin hevur tað verið sera trupult at leggja arbeiðið til rættis og gera alt liðugt í eini heild, partvís tí, at einans smáar peningaupphæddir hava verið játtaðar í senn og partvíst tí, at ongin djúptøkin heildarætlan hevur verið til taks. Verður hildið fram á henda hátt, verður seinur dagur, áðrenn komið verður á mál, og arbeiðið verður nógv dýrari enn neyðugt.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2010 eru 9 mió. settar av, sum skulu fara til at umbyggja, umvæla, bjálva og skipa ognirnar hjá landsstýrinum í Tinganesi. Nágreinilig byggiskrá og tíðarætlan verður liðug seinni í ár. Samlaði kostnaðurin yvir 5 ár er mettur til umleið 44 mió. kr.
Verkætlanin verður gjørd í samstarvi millum Løgmansskrivstovuna, Landsverk, Føroya Fornminnissavn og umboðum fyri tey stjórnarráð, ið húsast í Tinganesi. Harumframt verða aðrir viðkomandi stovnar o.o. tikin við m.a. Ferðavinnudeildin hjá Uttanríkisráðnum og Tórshavnar Býráð.
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen sigur:”Tað er umráðandi, at vit fáa umvælt og varðveit bygningarnar í Tinganesi, so staðið kemur til sín fulla rætt, og í nógv størri mun kemur ferðavinnuni til góðar. Landsstýrið leggur í hesum døgum stórar ætlanir fyri hvussu vit føroyingar minka um okkara CO2 útlát. Tí er umráðandi, at landsstýrið sjálvt gongur á odda og er fyrimynd, tá ið tað snýr seg um at minka um CO2 útláti.”
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf: 306028.