29.04.2011 · Løgmansskrivstovan

Tingseturnar eiga at verða longri

Tingseturnar eiga at verða longri

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen svaraði 28. apríl §52a fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um minnilutastjórn.
 

Í svarinum segði løgmaður m.a. at í løtuni eru Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn samstarvsflokkar hjá samgonguni.
 

Løgmaður metir somuleiðis, at breiður meiriluti er fyri einum stórum parti av lógaruppskotunum, sum landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið. Tó er óheppið, at so mong lógaruppskot liggja óavgreidd, tá ið so stutt er eftir av tingsetuni. Løgmaður heldur, at formansskapurin eigur at umhugsa at bera so í bandi, at tingsetur í framtíðini verða longri, so Løgtingið fær fleiri dagar og betri stundir at viðgera lógaruppskot.

 

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 74/2010 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um minnilutastjórn
 

Fyrispurningurin var soljóðandi:
 

1. Hvør er stuðulsflokkur hjá stjórnarflokkunum, nú landið verður stjórnað av eini minnilutastjórn?
 

2. Hevur løgmaður fingið tilsøgn frá nøkrum flokki á Løgtingi um, at hann ikki fær ein meiriluta ímóti sær í Løgtinginum?
 

3. Hvør landsstýrismaður situr fyri málsøkinum fiskivinnumál, nú veiðirættindi fyri 100-tals milliónir verða útlutað? Um løgmaður situr fyri hesum málsøki, fer hann framhaldandi at sita fyri hesum málsøki, inntil nýval verður?
 

4. Hvør stuðulsflokkur er partur av tilgongdini at býta veiðirættindini eftir makreli.
 

5. Hvussu verður mannagongdin hjá sitandi stjórn, um ætlanin er at finna sær undirtøku fyri teimum umleið 100 málunum, sum liggja óavgreidd í Løgtinginum?

 

Svar:
 

Viðvíkjandi 1: Stýrisskipan okkara byggir uppá, at ein meiriluti av øllum løgtinginum formliga við atkvøðugreiðslu ikki er í móti sitandi landsstýrið. Sum er, hevur ongin skotið upp fyri løgtinginum misálit á løgmann, og enn minni er nakað misálit samtykt. Landsstýrið situr tí við fullum heimildum.
 

Samstarvsflokkarnir eru í løtuni, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn.
 

Viðvíkjandi 2: Víst verður til svar uppá sp. 1.
 

Viðvíkjandi 3: Sbr. § 7 a í fráboðan nr. 84, frá 30 september 2008, um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 24, frá 6. apríl 2011, hevur løgmaður tær heimildir og skyldur, sum áður hava verið lagdar til landsstýris-mannin í uttanríkis¬málum, fiski¬vinnu¬málum og innlendis¬málum. Ætlanin er at leggja fiskivinnumál undir ein av sitandi landsstýrismonnum.
 

Viðvíkjandi 4: Víst verður til svar uppá sp. 1.
 

Viðvíkjandi 5: Mett verður, at stórur meiriluti er á tingi fyri fleiri av uppskotunum, sum løgd eru fyri Løgtingið. Tað er ikki óvanligt, at nøkur mál liggja eftir í nevnd og fella burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tá ið tingsetan er lokin. Hesi verða so løgd framaftur í heyst. Sjálvur meti eg, at formansskapur tingsins av álvara eigur at umhugsa at bera so í bandi, at tingið situr fleiri tingdagar, enn higartil, í framtíðini. T.d. kundi setan verið longd til skúlaárslok, men hetta er sjálvsagt mál, sum formansskapurin má gera av.

 

Løgmansskrivstovan, 28. apríl 2011.
 

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður