23.04.2016 · Løgmansskrivstovan

Tøkugjaldið forðar ikki fólki at fara til arbeiðis

Tøkugjaldið forðar ikki fólki at fara til arbeiðis

Tað er ikki skipanin við tøkugjaldi, sum er atvoldin til, at færri fólk í løtuni eru til arbeiðis at framleiða liðugt góðskaðar vørur. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um broyttu fortreytirnar fyri laksaframleiðslu í Føroyum.

- Tøkugjaldið er gjald fyri framíhjárættin til at ala laks á føroysku alifirðunum. Tøkugjaldið verður lagt á allan laks, sum verður tikin úr føroysku firðunum – uttan mun til, um laksurin verður seldur av landinum heilur, ella hann verður framleiddur til liðugtvøru, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her