Hesa vikuna hevur NAFO hildið sín 36. ársfund í Vigo í Spania.
NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum.
Toskakvotan á Flemish Kap verður á sama støði komandi ár. Stovnurin er mettur at vera væl fyri, men seinastu kanningarnar hava víst eina ávísa niðurgongd í stovninum.
Avgjørt varð at taka atlit at hesum viðurskiftum og skerja heildarveiðuna við 5% niður í 13.795 tons. Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni.
Sostatt verður føroyska toskakvotan á Flemish Kap komandi ár 3.083 tons.
Umframt toskakvotuna, hava Føroyar kvotu av svartkalva og kongafiski í NAFO økinum.
Føroyska kvotan av svartkalva og kongafiski í 2015 verður ávikavist 199 tons og 69 tons.
Avgerð varð tikin um at banna beinleiðis fiskiskapi eftir rækjum í NAFO øki 3L í 2015.
Veiðibannið er galdandi innanfyri kanadiskt sjóøkið og í altjóða sjógvi.
Støðan í rækjustovninum á Grand Bank hevur verið sera vánalig seinastu árini, og longu undanfarna ár mælti vísindanevndin til ongan fiskiskap.
Ein avmarkaður fiskiskapur varð loyvdur í 2014, men neiliga gongdin í stovninum tykist tíverri halda fram.
Undirtøka var ikki millum londini fyri at halda fram við fiskiskapinum í 2015.
Veiðibannið fyri rækjufiskiskapi á Flemish Kap, sum hevur verið galdandi síðani 2011, stendur við.
Føroysk skip gingu fyrst í nítiárunum á odda við rækjuveiðu í NAFO økinum.
Umboðið fyri DFG gjørdi á fundinum vart við, at hesin fiskiskapur hevur stóran týdning fyri Føroyar og talan tí er um ein smeit fyri føroysku rækjuvinnuna.
Umboðið legði afturat, at Føroyar framvegis mótmæla rækjubýtinum í Grand Bank. Mótmælið er grundað á søguligu veiðuna hjá Føroyum.
Í NAFO luttaka Føroyar og Grønland saman undir heitinum Denmark in respect of Faroe Islands and Greenland.
Elin Mortensen úr Uttanríkistænastuni var sendileiðari í føroysku sendinevndini, ið eisini taldi umboð úr Fiskimálaráðnum, VØRN og Føroya Reiðarafelag.