04.03.2010 · Løgmansskrivstovan

Tvær risa verkætlanir í tingið í hesu tingsetu

Í farnu viku læt landsstýrið Løgtinginum 22 lógaruppskot. Millum lógaruppskotini vóru uppskot um at loyva P/F Skálafjarðatunnilin at gera og reka undirsjóvartunnil, uppskot um at umskipa Búnaðargrunnin og uppskot um broyting í fólkaskúlalógini.

 
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: ”Landsstýrisfólkini hava megnað at fáa fleiri týdningarmikil lógaruppskot niðan í tingið í hesi tingsetuni. Útbyggingin av flogvøllinum og Skálafjarðatunnilin hava stóra týdning fyri infrakervið, bæði innanlands og út í heim. Harafturat fara hesar verkætlanir at skapa nógv virksemi í samfelagnum. Umskipanin av Búnaðargrunninum er ein týðandi liður í at menna føroyskan landbúna. Endamálið er at geva grunninum møguleika at veita studning til gransking og nýmenning, og geva festarum møguleika at søkja úr grunninum til virðisøking á festunum. Broytingarnar í fólkaskúlalógini fara at leggja lunnar undir at skipa fólkaskúlan í størri eindir. Tó náddu vit ikki at fáa øll tey ætlaðu lógaruppskotini liðug áðrenn tíðarfreistina, eitt nú lutaíbúðarlógin, men lutaíbúðarlógin verður løgd fyri tingið aftaná ólavsøku.
 
Freistin fyri at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið í hesu tingsetuni var leygardagin 27. februar. Tó eydnast ikki at fáa øll tey ætlaðu lógaruppskotini liðug. Tí verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistini, eitt nú viðvíkjandi uppskotinum um nýggja pensjónsskipan, sum eftir ætlan verður latið Løgtinginum seinast í mars.
 
Landsstýrið hevur hagartil lagt 71 lógaruppskot fyri Løgtingið í hesu tingsetuni.