Seinnapartin í dag hitti týski sendiharrin í Danmark, Dr. Johann Christoph Jessen, løgmann, Kaj Leo Johannesen.
Sendiharrin er í Føroyum í samband við, at Annfinn V. Hansen verður tilnevndur týskur konsul í Føroyum.
Løgmaður og sendiharrin skiftu m.a. orð um alheimsgerð og áleikandi fíggjarkreppuna.
Løgmaður fegnast um, at Týskland hevur konsul í Føroyum. Tað er ein týdningarmikil liður í at styrkja samstarv og sambond millum Føroyar og Týskland, ið er millum størstu marknaðir fyri føroyskar vørur.
(Mynd: Løgmaður, Dr. Johann Christoph Jessen og Annfinn V. Hansen)