Ukraina: Landsstýrið sett arbeiðið í gongd at meta um avleiðingarnar fyri Føroyar
Tað er tíverri nógv, sum bendir á, at kríggið í Ukraina kemur draga út. Eitt drúgt stríð kann raka føroyska samfelagið á ymiskum økjum. Fyrstu tekini síggja vit longu nú við høgum oljuprísum.
Fyri áhaldandi at vera væl fyrireikaður og best møguligt byrgja upp fyri komandi avbjóðingum, hevur landsstýrið sett eitt arbeiði í gongd á embætisstigi at greina, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kann hava fyri føroyska samfelagið. Millum annað verður hugt nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving, umframt búskaparligar avleiðingar fyri bæði landskassan, vinnuna og einstaka borgaran.
Greiningin verður gjørd sum ein partur av arbeiðinum í Kreppuráðnum, sum kom saman í gjár at umrøða støðuna. Kreppuráðið gjørdi eisini líknandi metingar undir koronakreppuni.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður