18.05.2009 · Løgmansskrivstovan

Umboð úr russisku handilssendinevndini vitjar løgmann

Umboð úr russisku handilssendinevndini vitjar løgmann

Løgmaður hevur í morgun havt vitjan av Viacheslav Grushetskiy, handilssendimanni Russlands í Keypmannahavn og leiðara av russisku sendinevndini, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum.

Løgmaður takkaði fyri góða samstarvið, sum Russland og Føroyar hava havt á fiskivinnuøkinum mongu árini og legði dent á, at samstarvið átti at víðkast og styrkjast.

Løgmaður sigur í hesum sambandi, at hann er sera fegin um hesa vitjan, tí hon er við til at víðka og styrkja samstarvið landanna millum á øllum økjum bæði politiskt og vinnuligt.

 

Á myndini sæst Kaj Leo Johannesen, løgmaður tosa við Viacheslav Grushetskiy (í miðuni) og Dmitry Kunakov (t.h.)