Løgmansskrivstovan leitar eftir tveimum 18 ára gomlum føroyingum, ið kundu hugsað sær at komið í 18 ára føðingardag hjá H.K.T. Christian Prinsi.
Tann 15. oktober 2023 verður H.K.T. Christian Prinsur 18 ár.
Í hesum sambandi skipar Kongshúsið fyri stórari føðingardagsveitslu, Gallataffel, á Christiansborg Slot. Fleiri enn 200 ung úr øllum ríkinum eru boðin við - herundir ein genta og ein drongur úr Føroyum. Harumframt bjóðar Kongshúsið eisini trimum ungum úr Føroyum millum 18 og 25 ár, ið hava skarað framúr innan ítrótt, mentan ella list. Kongshúsið velur hesi trý.
Løgmansskrivstovan leitar tí eftir tveimum 18 ára gomlum føroyingum, einari gentu og einum dreingi, ið kundu hugsað sær at komið í 18 ára føðingardag.
Einasta treyt er, at tú hevur fylt 18 ár áðrenn 15. oktober 2023.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost við navni, bústaði og føðingardegi á lms@lms.fo. Øll innkomin nøvn verða viðgjørd í trúnaði.
Freistin er 7. september kl. 12.00.
Eftir freistina verður trekt lut millum innkomnu nøvnini.
Veitslan verður á Christiansborg Slot í Keypmannahavn 15. oktober 2023 kl. 17.00. Ynskiligt er, at føroysku gestirnir eru í tjóðbúna.
Løgmansskrivstovan rindar fyri ferðaútreiðslur og gisting í eina nátt.
Um tit hava spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við Pól R. Wolles, deildarstjóra, á polrw@tinganes.fo