Seinastu dagarnar hava fundir verið millum samgongu og andstøðu um møguleikar fyri samstarvi. Endamálið er at gera langtíðarsemjur millum politiskar flokkar fyri at tryggja meiriluta fyri stórmálum á týðandi samfelagsøkjum, og semjur sum galda tvørtur um Løgtingsval.
Í hesi tilgongd hevur løgmaður lagt upp til langtíðarsemjur um eftirlønarskipan, kommunubygnað, eldraøkið, fólkaskúlan og fyrisiting av tilfeingi, sum lýst í stuttum niðanfyri.
Eftirlønarskipan
Nýggja eftirlønarskipanin skal tryggja vælferðarsamfelagið í framtíðini. Skipanin fevnir um:
- At øll skulu spara saman til egna eftirløn. Hetta er eitt av høvuðselementunum fyri at tryggja eina pensjónskipan, sum er haldfør, tá talið av eldri fólki veksur.
- At broytingar verða gjørdar í almannapensjónunum, soleiðis at fólk við góðari inntøku frá arbeiði og eftirlønarsamansparing ikki fáa so nógv frá almennu kassunum. Fólk við ongari samansparing fara framvegis at fáa fulla pensjón frá tí almenna.
- At ein minni vøkstur í fólkapensjónsútreiðslunum gevur landskassanum møguleika at økja útreiðslurnar til vælferðartænastur í eldrarøktini, sum ellisheim, heimahjálp og heilsutænastur til eldri.
Harafturat fevna uppskotini um at 1) avtaka mótrokning millum hjúnarfelagar; 2) psykiskt sjúk á stovni, sum í dag fáa lummapengar, fáa rætt til pensjón; 3) búfólk undir trivnaðartænastuni, sum í dag fáa lummapengar, fáa rætt til pensjón; 4) fyritíðarpensjónistar á ellisheimum, sum í dag fáa lummapengar, fáa rætt til fyritíðarpensjón; 5) fólkapensjónistar á ellisheimum, sum í dag fáa lummapengar, fara at fáa fólkapensjón; 6) øll fara tey nú at gjalda fyri uppihald á stovninum, og 7) eykaskattur á háinntøkur heldur fram til 2014.
Kommunubygnaður
Ætlanin er at skipa landið í nýggju kommunalar eindir. Eindirnar og tær núverandi kommurnar, sum eindirnar skulu fevna um eru hesar:
- Norðoyar: Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa
- Eystur: Fuglafjarðar og Eystur
- Skálafjørðurin: Nes, Runavíkar og Sjóvar
- Sundalagið: Eiðis og Sunda
- Vestur: Vestmanna og Kvívíkar
- Vágar: Vága og Sørvágs
- Suðurstreym: Tórshavnar
- Sandoy: Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar
- Suðuroy: Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar
Innlendismálaráðið hevur gjørt útkast til uppskot til lóg um kommunusamanleggingar og samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.
Eldraøkið til kommunurnar
Eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2013, samsvarandi nýggja kommunala bygnaðinum.
Útleggingin av eldrarøktini verður fíggjað við afturbering og javning millum land- og kommunuskatt. Hetta verður sett í verk í seinasta lagi 1. januar 2013.
Fyri at eldraøkið kann gerast kommunalt, skulu ávísar broytingar gerast í hesum lógum: lóg um almenna forsorg, lóg um heimasjúkrasystraskipanina, lóg um eldrarøkt á Sandoynni, lóg um uppihald á stovni og lóg um almannapensjónir. Almannamálaráðið hevur gjørt uppskot til nevndu lógir, og uppkotið um broyting í lógini um almannapensjónir er til viðgerðar í tinginum í løtuni.
Ætlanin hevur eisini verið at gera eina eldralóg, sum skal áseta yvirskipaðu rammurnar fyri eldrarøktina.
Fólkaskúlin
Tá avgerð er tikin um at leggja kommunurnar saman frá 1.januar 2013, kann veruliga farast undir at gera broytingar í fólkaskúlabygnaðinum, so at tímar verða tillutaðir, sum um talan var um ein skúla í hvørjari kommunu. Tað verður so upp til kommununa at gera av, í hvørjum hølum undirvíst verður. Hesar broytingar kunnu verða settar í verk frá 1. august 2012. Tær fevna um broytingar í §§ 29, 30, 32 í fólkaskúlalógini. Ábyrgdin av lærarasetanunum verður framvegis hjá landinum, men setanarøkið verður broytt til at fata um tann eina skúlan í kommununi.
Verða kommunurnar lagdar saman frá 1. januar 2013, kann skúlabygnaðurin ikki broytast munandi fyrr enn frá skúlaársbyrjan í august 2013. Í uppskotinum til broyting í fólkaskúlalógini, sum liggur í tinginum, verður lagt upp til at skipa skúlasamstarv millum kommunur sum royndar- og menningarvirksemi fyri at gagnnýta tímajáttanina betur, og møguligir avlopstímar kunnu verða nýttir til annað undirvísingarligt virksemi, eftirútbúgving o.a. Uppskotið kundi verið broytt, so at eitt skúlasamstarv millum kommunur skal vera samsvarandi nýggja kommunubygnaðinum, og skipanin um avlopstímarnar kundu verið galdandi í eini 2 ára tillagingartíð fram til august 2013.
Neyðugt er sum skjótast at finna politiska semjur um at samskipa fólkaskúlan betri, enn vit gera tað í dag, tí Løgtingið hevur gjørt av at játta pengar til fólkaskúlaøkið, sum var ein skúlareformur longu framdur. Tað fer at hava óbótaligar avleiðingar, verða vit framhaldandi noydd til at skerja verandi virksemi, til tess at fáa játtan og skúlabygnað til at samsvara.
Landið setir lærarar í fólkaskúlanum og rindar teimum løn. Kommunurnar rinda fyri undirvísingartilfar, tær byggja og reka skúlarnar og skipa skúlabygnaðin saman við skúlastýrunum. Kommunurnar gera sostatt av, hvussu nógvir og hvussu stórir skúlarnir eru, hvar næmingar verða skrivaðir inn o.a. Í dag tillutar Mentamálaráðið læraratímar til flokkar í einstøku skúlunum í kommununi, sum tí onki økonomiskt incitament hevur til at skipa ein rationellan bygnað. Tað hevur ført við sær, at tað eisini í teimum stóru kommununum eru nógvir ”hálvtómir” flokkar, eisini hóast skúlar liggja skamt frá hvørjum øðrum.
Fyrisiting av tilfeingi
Ein liður í at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landinum er at tryggja, at tað almenna fær part av tilfeingisrentuni. Fiskimálaráðið hevur júst fingið frágreiðingina Tilfeingisgjøld á fiskivinnuna.
Grundað á hesa frágreiðing, umframt annað tilfar frá búskaparráðnum, Landsbankanum, vinnuni sjálvari og øðrum serfrøðingum fer landsstýrið undir at gera uppskot til nýggja tilfeingisskipan. Tað eru ymiskir hættir at nýta til dømis 1) avgjald á kilo ella umsetning, 2) yvirskotsskattur ella 3) almenn útbjóðing.
Stóra avbjóðingin er at tryggja, at tilfeingisrentan ella partar av henni ikki fara fyri skeyti orsakað av órentablum rakstri, ið aftur skyldast ov stórum veiðitrýsti og/ella manglandi búskaparligari tillaging av vinnuni.
Tað er av stórum týdningi at vinnan er við í hesum arbeiði og kann góðtaka tað skipan sum verður sett í verk, í hesum arbeiði er eisini neyðugt at loysa avbjóðingina við at øll loyvi skulu takast aftur tann 1. januar 2018, ein møguleiki kundi verði ein rullandi skipan við 10 ára skeiði.