Løgmaður hevur fingið heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Í hesum sambandi, hevur Løgmansskrivstovan sett tænastuna í útboð á keypsportali landsins.
Útboðið fevnir um ráðgeving og fyriskipan av møguligari sølu av ognarlutinum hjá landinum á nøktandi fakligum og búskaparligum grundarlagi. Uppgávan inniber eitt nú, at bjóðarar gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.
Til ber at lesa meira um útboðið á www.keypsportal.fo.
Um tørvur er á at frætta nærri og fáa útboðstilfar, eru áhugaðir bjóðarar vælkomnir at senda eini boð til lms@lms.fo ella at ringja til Flóvin Eidesgaard, búskaparráðgeva á Løgmansskrivstovuni, á telefon +298 271877.
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðamanna- og farmavirksemi, sum fevnir um ferðamanna- og farmaflutning, hurð-til-hurð flutningsloysnir, ferðamannavistir og annað líknandi virksemi. Felagið eigur og rekur skip og fastogn, umframt ognarpartar í øðrum feløgum. Landið eigur 16,238% av partapeninginum.