04.06.2014 · Løgmansskrivstovan

Útflutningsráð Føroya skipað

Útflutningsráð Føroya skipað

Løgmaður hevur tilnevnt sjey limir at manna Útflutningsráð Føroya næstu tvey árini. Limirnir í Útflutningsráðnum eru: Símun P. Jacobsen, Marita Rasmussen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir. Seks av limunum eru tilnevndir eftir tilmæli frá Vinnuhúsinum, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum.

Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri fyri føroyskum vørum og tænastum. Útflutningsráðið skal veita løgmanni og uttanríkistænastuni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, so vinnan fær bestu karmar at virka undir í mun til útlond. Útflutningsráðið er eitt av málunum í samgonguskjalinum.

Kaj Leo Johannesen sigur “Útflutningsráðið verður sterka bindiliðið millum vinnuna og politiska myndugleikan.

Í strembanini eftir at vaksa og betra um sítt virksemi leita fleiri fyritøkur og vinnurekandi støðugt eftir nýggjum marknaðum og samstørvum uttanlands. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at ráðið fer tí millum annað at gera tilmæli um, hvørjir marknaðir eiga at verða settir í miðdepilin.”

Reglugerð fyri Útflutningsráð Føroya