Vakstrarforum almannakunngjørdi í dag frágreiðingina ”Havið og framtíðin” við 42 ítøkiligum átøkum til burðardyggan virðisvøkstur úr havinum.
Tilmælini eru innan fýra høvuðsøki: yvirskipaðar karmar, aling, fiskiveiðu og matvørur. Málið er at í 2030 skal útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi vera 11 milliardir krónur. Hetta var 7,7 milliardir í 2020.
Hetta skal millum annað gerast við eini munandi størri virðisøking av tilfeinginum enn í dag. Tað vil siga, at nógv meira skal fáast burtur úr hvørjum kilo ov rávøru.
”Skulu vit hava sama ella betri vælferðarstøði enn vit hava nú, so mugu vit hyggja at møguleikum fyri at økja um burðardyggan vøkstur, og vit eru noydd at seta okkum framsøkin mál. Tí hava vit sett okkum fyri, at virði á útflutninginum skal vaksa líka nógv frá 2020 til 2030, sum tað gjørdi frá 2010 til 2020,” sigur løgmaður.
Tilsamans hevur Vakstrarforum eyðmerkt seks vakstarøki. Fyri øll hesi skulu arbeiðsbólkar gera tilmæli:
- Havið
- Kunningar- og samskiftistøkni
- Ferðavinna
- Maritimar veitaravinnur
- Útbúgving- og arbeiðsmarknaður
- Grøna skiftið
Tað mesta av hesum arbeiði er farið í gongd og verður liðugt í komandi ári.
Les frágreiðingina "Havið og framtíðin."