FYRISPURNINGUR: Landsstýrið heldur ikki, at útnorðuravtalan kann metast sum ein altjóðarættarligur sáttmáli sambært uttanríkispolitisku lógini
Útnorðuravtalan er innihaldsliga ikki annað enn ein yvirlýsing um ætlað nærri samstarv.
Tað svarar løgmaður millum annað í einum § 52 fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, um avtalu millum Føroyar, Ísland og Grønland – vísandi til uttanríkispolitisku heimildarlógina.
Landsstýrið heldur ikki, at útnorðuravtalan kann metast sum ein altjóðarættarligur sáttmáli sambært uttanríkispolitisku lógini, og hon verður handfarin hareftir.
“Hon inniheldur ikki nakrar veruligar bindingar, men einans eina semju um, at ráðharrarnir skulu hittast árliga, umframt at ein arbeiðsbólkur skal umsita avtaluna við tí endamáli at virka fyri styrktum samstarvi landanna millum, herímillum at gera tilmæli um møguligt nærri samstarv," svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað
Svar løgmans kann lesast her