Hóast tað ikki ber til at gera eina endaliga niðurstøðu um útsagnirnar um koppseting hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, so bendir nakað á, at tað ikki hevur havt stórvegis ávirkan. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, í einum § 52a fyrispurningi um koppseting.
“Sjúkrahúsverkið hevur fylgt við, hvussu nógv fólk hava bílagt sær tíð til at lata seg koppseta, síðani bíleggingarskipanin lat upp aftur herfyri. Her er eingin broyting at hóma, og ongar tíðir eru tøkar í løtuni. Sjúkrahúsverkið hevur eisini verið í samband við tey, ið koppseta, fyri at fregnast, um fleiri fólk avlýsa sína tíð ella als ikki møta upp. Heldur ikki her er nøkur broyting, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.
Svar løgmans kann lesast her