Sendistova Føroya í Danmark skipaði seinnapartin fyri kunningartiltaki á Norðuratlantsbryggjuni um silda- og makrel málið. Endamálið við kunningartiltakinum var at greiða nærri frá støðu Føroya í silda- og makrel málinum við ES. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Bjørn Kunoy, doktari í løgfrøði, røddu um, hví føroyskir myndugleikar hava gjørt av at skjóta ósemjuna við ES inn til ein altjóða gerðarætt.
- Vit kunnu snøgt sagt ikki halda fram við at góðtaka, at eitt so ríkt fiskatilfeingi svimur í okkara sjóøki, sum onnur troyta størsta partin av. Tí vilja vit hava eitt nýtt býti. Tað harmar okkum nógv, at ES hevur sett handilstiltøk í verk. Vit halda, at ES brýtur sínar altjóða rættarligar skyldur, og tí hava vit skotið málið inn fyri altjóða gerðarætt, segði løgmaður millum annað í røðu sínari.
Umboð fyri 54 ymisk lond vóru umboðað á kunningartiltakinum seinnapartin. Talan var um sendiharrar í Keypmannahavn, fólkatingslimir, miðlar og onnur. Stórur áhugi er fyri málinum, tí nógv fólk møttu á Norðuratlantsbryggjuni seinnapartin.
- Vit hava merkt stóran áhuga í diplomatiska umhvørvinum fyri málinum. Hetta tiltakið er ein liður í støðugt at kunna umheimin um okkara støðu í silda- og makrelmálinum, sigur Sigmundur Ísfelt, sendiharri Føroya í Danmark.
Røðan hjá løgmanni á kunningartiltakinum kann lesast her.