04.02.2016 · Løgmansskrivstovan

Varsemi er lyklaorðið í góðum tíðum

Varsemi er lyklaorðið í góðum tíðum

Føroyski búskapurin hevur viðrák í løtuni. Vøkstur og framburður eyðkennir gongdina. Fólkatalið veksur aftur. Arbeiðsloysið heldur á at lækka. Hýrurnar í øllum skipabólkum veksa. Útflutningurin veksur. Skattainntøkurnar hjá bæði landi og kommunum eru stórar. Og samlaðu lønarútgjaldingarnar eru øktar. Harafturat eru globalu fortreytirnar lagaligar í løtuni við søguliga lágari rentu og lækkandi oljuprísum.

Tað er hugaligt, at tað gongur væl. Og nógv bendir á, at góða gongdin heldur fram í ár. Men vit vita av royndum, at eingin vøkstur stendur við. Okkara búskapur er viðbrekin. Tí er neyðugt nú í góðum tíðum at byrgja upp fyri ringum tíðum.

Hetta setur stór krøv til okkum politikarar. Krøv um, at vit ikki lata okkum bera burtur av góðu gongdini við at brúka enn fleiri pengar. Tíðin er til at vísa búskaparligt varsemi. Halda aftur. At reka ein varnan búskaparpolitikk, sama um krøvini til at brúka pengar eru stór. Størsta mistakið, vit nú kundu gjørt, er at oysa meira olju á bálið.

Neyðugt er at raðfesta langtíðarætlanirnar heldur enn løtuvinningin.

Avbjóðingarnar

Tá ið arbeiðsloysið er so lágt, er skjótt, at fløskuhálsar taka seg upp. Og tá er skjótt, at minni fæst fyri pengarnar enn undir vanligum umstøðum. Tekin eru um, at partar av føroyska búskapinum eru heitir. Í løtuni er neyðugt at innflyta útlendska arbeiðsmegi, tí føroyska arbeiðsmegin megnar ikki at nøkta tørvin. Serliga í byggivinnuni er virksemið so stórt, at vanligi borgarin hevur trupult við at finna ein handverkara, nú land, kommunur og vinnan gera fleiri stórar íløgur.

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at bøta um haldførið í búskapinum. Búskapurin er í løtuni ikki haldførur yvir langt áramál. Neyðugt er at seta varandi tiltøk í verk fyri at fáa inntøkur og útreiðslur at javnviga, sum frá líður. Samgongan hevur, eftir heili átta ár við undirskoti, megnað at fáa avlop á fíggjarlógini. Hetta er eitt týdningarmikið stig. Men tað munar kortini lítið at hava avlop eitt ár. Málið er at hava avlop fleiri ár á rað, so at vit kunnu gjalda okkara skuld og leggja pening til síðis í ein búskapargrunn. Tað er at vísa fíggjarliga ábyrgd.

Skulu vit tryggja haldførið, er neyðugt at stýra búskapinum við skili. Tað merkir, at land og kommunur í størri mun mugu samskipa sínar íløgur og rakstur. Tað munar lítið, um landið heldur aftur, meðan virksemið hjá kommununum veksur ár undan ári.

Grundarsteinarnir lagdir

Grundarsteinarnir til einar sterkari og samhaldsfastari Føroyar eru lagdir seinastu mánaðirnar. Grundin undir føroyska samfelagnum er styrkt. Fyri ársskiftið vórðu fleiri uppskot samtykt á Føroya løgtingi, sum gera gerandisdagin liviligari hjá størri parti av okkara borgarum. Grundleggjandi stig eru eisini tikin ímóti javnari býti av virðum landsins. Millum høvuðsraðfestingarnar í heyst vóru fólk við lág- og miðal inntøku, fíggjarliga sperdar familjur og fólkapensjónistar.

Samgongan arbeiðir miðvíst við at røkka mongu málunum, hon hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum. Tí vit fremja sjálvandi í verki tað, vit lovaðu. Komandi árini verður millum annað nógv lagt fyri at bøta um korini hjá barnafamiljum, teimum lesandi og fyritíðarpensjónistum.

Vísa varsemi

Høvuðsuppgávan hjá samgonguni í sambandi við fíggjarkarmarnar verður at byrgja upp fyri ovurupphiting og at bøta um haldførið í búskapinum. Søgan vísir, at búskapurin í Føroyum broytist ofta. Tað gongur ofta skjótt frá framburði til afturgongd. Tí verður neyðugt at vísa varsemi. Tí ber tað ikki til at brúka pening, sum vit ikki hava. Fígging skal vera til øll nýggj átøk.

Tað krevur dirvi í góðum tíðum at halda aftur í almennu útreiðslunum og íløgum. Men skulu vit tryggja okkara eftirkomarum ein sunnan búskap, verður neyðugt at vísa ábyrgd.

Og tað ætlar samgongan.

Aksel V. Johannesen

Løgmaður