Hvussu kann føroyska samfelagið brynja seg til framtíðina? Hvat eyðkennir
eina smátjóð? Og hvussu kunnu vit arbeiða vit við risarákum og senariubygging?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir á várskúlanum Smátjóðir og framtíðar fyrisiting, sum verður hildin í døgunum 23.-26. mars.
Várskúlin er eitt samstarv millum Stjórnarskúlan hjá landsfyrisitingini og Fróðskaparsetur Føroyar.
Freistin at søkja um pláss á skúlanum er flutt til hósdagin 5. mars.
Lesið meira í faldaranum her.