16.12.2008 · Løgmansskrivstovan

Vegurin fram á veðurlagsøkinum

Vegurin fram á veðurlagsøkinum
Røða løgmans á veðurlagsráðstevnuni 15. desember 2008 á Hotel Føroyum

Inngangur
Sum løgmaður fegnist eg um, at vit nú hava fingið eina “Virkisætlan at minka útlátið av veðurlagsgassi”, sum inniheldur nógv áhugaverd tilmæli. Eg vil nýta høvi at takka arbeiðsbólkinum fyri teirra frálíka verk og somuleiðis takka landsstýriskvinnuni í innlendismálum fyri hennara ágrýtni í hesum sambandi.
 

Vit hava í dag sett sjøtil á eina týdningarmikla tilgongd, sum fer at krevja nógv av okkum í langa tíð framyvir til tess at røkka málinum um at gerast so óheft sum gjørligt av fossilum brennievni, samstundis sum vit skulu vísa í verki, at vit taka ábyrgd í at loysa globala veðurlagstrupulleikan.
 

Vit politikarar hava í dag nógv stórmál at taka okkum av. At minka um útlátið av veðurlagsgassum er ein av hesum avbjóðingum. Hon verður av mongum serfrøðingum spádd at vera tann størsta í 21. øld.

 

Veðurlagsøkið er so víttfevnandi og samansett, at ein politisk loysn ikki er nóg mikið. Vit mugu øll lyfta í felag. Tørvur er á samskipaðum átøkum millum politikarar, vinnulív, granskarar og ikki minst einstaku borgararnar, fyri at skunda undir tær avgerðir, tær íløgur, ta nýskapan og ta atferð, sum skal til, um vit veruliga skulu koma veðurlagsavbjóðinginum til lívs.
 

Krøv og møguleikar
Sjálvt um heimurin er sperdur av tí støðu, sum valdar á fíggjarmarknaðinum, eins og útlitini í næstum ikki eru so bjørt, má stígur ikki koma í at loysa mál á veðurlagsøkinum. Heldur skulu vit taka veðurlagsviðurskiftini til okkum og nýta høvi at fáa sum mest burturúr.
 

Tað er ein sannroynd, at búskaparliga og vinnuliga er eisini nógv at heinta. Tað at gerast minni heft av fossilum brennievnum er ikki bara neyðugt orsaka av veðurlagsárinum. Tað er so sanniliga eisini neyðugt, tí eitt nú olja og gass eru avmarkað tilfeingi, ið skjótt kann blíva so kostnaðarmikið, at samfelagið missir kappingarføri.


Tað at vera millum tey fremstu at vinna á veðurlagsgassum kann tí eisini gerast ein skilagóður vinnuvegur. Íløgan og orkan, sum vit leggja í á hesum øki, kann skapa gróðrarlíkindi fyri einum nýggjum grønum búskaparligum vøkstri, ið skjótt kann vísa seg at loysa seg heilt væl.
 

Tað loysir seg betri, at fyribyrgja móti broytingum í veðurlagnum enn at rætta upp á skaðarnar, tá teir eru hendir. Tað kann gerast dýrari og óivað nógv truplari um ikki ógjørligt í fleiri førum.
 

Fleiri íløgufeløg hava longu lagt linjuna við tað, at tey ynskja at gera íløgur í virkir og verkætlanir, sum eru veðurlagsvinarligar og burðardyggar. Hetta er nakað, sum kemur at taka dik á seg. Skjótt verður tað so, at fyritøkur verða skrásettar við sínum útláti av CO₂, og krøv verða eisini til, at fyritøkur o.o. skulu hava ein strategi á veðurlagsøkinum. Um fyritøkurnar – og samfelagið sum heild – ikki megna at halda slík krøv, finna keyparar og samhandilspartar sær aðrar veitarar.

 

Vit seta kós
Fleiri lond hava meldað út, hvat tey ætla at lækka teirra CO₂ útlát við. ES limalondini hava fyri fáum døgum síðani fingið semju um, at lækka teirra útlát av veðurlagsgassum við 20% innan 2020.
Miðvísa arbeiðið at minka um útlátið av CO₂ hjá okkum byrjar av álvara, tá vit hava fingið eina breiða politiska semju í andstøðu og samgongu, hetta eigur at verða ein felags politisk loysn.
Fyrsta veruliga stigið er tikið í dag. Næsta stigið verður at arbeiða við málinum politiskt, soleiðis at við fáa eina breiða semju um, hvussu nógv Føroyar skulu minka sítt útlát, og ikki minst hvørji átøk skulu gerast til tess at náa hesum máli.
 

Eg vóni, at vit fáa eina semju undir land hampiliga tíðliga í tí nýggja árinum.
Samstundis skulu vit eisini finna fram til, í hvørjum líki vit koma at taka lut í veðurlagsavtaluni við ST. Hetta fara vit eisini at greina nærri og finna fram til, hvør loysn er best fyri okkum.

 

 

 

Higartil hevur veðurlagsøkið ikki verið raðfest serliga høgt í Føroyum. Men taka vit okkum ikki um reiggj sjálvi, kann tað lættliga hugsast, at heimssamfelagið fer at gera tað fyri okkum. Vit sleppa einfalt ikki undan, tí krøvini fara at koma uttanífrá - antin so ella so.
 

 

Í staðin fyri at hanga sum rosinan í pylsuendanum í altjóða rákinum, haldi eg, at vit eiga at seta okkum sum mál at vera í fremstu røð. Samfelagið er lítið, og tí er tað eisini lættari at broyta kós. Vit hava ein fantastiskan møguleika at ganga undan, tá talan er um varandi orku, tað kann eingin av okkum ivast í, at okkara “VVS”, Vindorka, Vatnorka og Sólorka eru vinnaraamboð, sum vit kunnu brúka til at verða millum fremstu lond, tá talan er um alternativa orku og minking av veðurlagsgassum.
 

Á ST veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn seint næsta ár – sonevnda COP15 ráðstevnan – hevði tað sømt seg fyri okkum, sum liva so tætt at náttúruni og eru so bundin av veðurlagsviðurskiftunum, at hava eina framsókna samtykt um CO₂ útlát, ið alt Løgtingið stendur aftanfyri. Tað mugu vit stevna ímóti.

 

Eg ætli mær at fylgja væl við á hesum øki og taka neyðug stig fyri at samskipa politiska arbeiðið so mikið væl, at settu málini verða rokkin.
Um vit vilja, so megna vit at taka ímóti stóru avbjóðingunum og at fullnýta nýggju møguleikarnar.
Mín lutur skal ikki liggja eftir.