Veiðihættir var eitt høvuðsevni á árliga fundinum hjá norðuratlantisku samstarvsnevndini fyri havsúgdjór í Oslo. Stórt vísundaligt arbeiði er gjørt fyri at skjalprógva burðadygga veiðu og nútímans krøv til drápshættir.
Umframt vanligu vísindaligu frágreiðingarnar, vórðu eisini tvær vegleiðingar um skynsamar drápshættir lagdar fram. Onnur er um at skjóta stórhval, meðan hin er um grindadráp við mønustingara. Jústines Olsen, djóralækni, hevur luttikið í hesum arbeiði.
Staðfest varð annars, at støðan hjá hvali og kópi sum heild er góð, eisini hjá grind. Veðurlagsbroytingar gera tó, at lívsumstøður hjá kópi og roysningum versna munandi. Henda gongdin verður fylgd nágreiniliga.
Í 2015 verða umfatandi hvalateljingar í norðurhøvum, har eisini Føroyar hava virknan leiklut. NAMMCO fer eisini í næstum at arbeiða fyri at betra um møguleikarnar fyri gagnnýtslu av havsúgdjórum. Felagsskapurin vísir á, at tað er ábyrgdarleyst ikki at gagnnýta tað tilfeingi, ið vit í veruleikanum hava.
NAMMCO átalar, at ES bannar handli við vørum, sum eru burðardygt framleiddar burtur úr kópi og øðrum havsúgdjórum. Føroyar taka undir við NAMMCO.
Fleiri upplýsingar um ársfundin eru at finna á www.nammco.no.
Á fundinum luttóku limalondini í NAMMCO, sum eru Føroyar, Grønland, Ísland og Norra, umframt eygleiðarar frá stjórnunum í Kanada, Japan, Danmark og Russlandi.
Eisini aðrir viðkomandi felagsskapir høvdu eygleiðarastøðu.
Úr Føroyum luttóku Ernst S. Olsen frá uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, Ulla Svarrer Wang frá Fiskimálaráðnum og Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum