Tað tænir bæði Føroyum og Grønlandi at víðka og styrkja samstarvið landanna millum. Tað var boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Muté B. Egede, landsstýrisformanninum, á tíðindafundi í Nuuk á middegi.
Tað er semja um at útbyggja samstarvið á fýra ítøkiligum økjum.
- Møguleikin fyri at útbyggja fiskiveiðusáttmálan millum londini verður kannaður.
- Samstarvið innan ferðavinna verður ment.
- Stig verða tikin til at styrkja samstarvið á útbúgvingarøkinum innan sjóvinnu.
- Grønland vil hyggja nærri at vitanini og royndunum innan almennu fyrisitingina í Føroyum við atliti til at gera hana einfaldari.
Hetta hava verið nakrir sera gevandi dagar í Grønlandi. Eg havi fingið eitt breitt innlit í grønlendska samfelagið. Føroyar og Grønland eru grannar, og sum tvær smátjóðir í Arktis hava vit eisini nógvar av somu møguleikunum . Tí eiga vit sjálvsagt at menna okkara samstarva enn meira. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og okkara viðurskifti við Grønland eru góð. Eg eri tí sannførdur um, at Føroyar og Grønland fara at samstarva enn meira í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Eftir ætlan kemur Muté B. Egede, landsstýrisformaður, til Føroya á almenna vitjan í summar.