Landsstýrið kom fyri jól við víðkaðum koronatilmælum, sum í fyrsta umfarið vóru galdandi til 2. Januar.
Avgjørt er at halda fram við víðkaðu koronatilmælunum, sum eru:
- Í mesta lagið 100 fólk kunnu savnast við koronapass og 20 fólk uttan koronapass.
- Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur kl. 23.
- Skúlar, stovnar, frítíðarvirksemi v.m. tillaga í mun til smittustøðuna
- Øll ferðandi skulu í heimauppihald til svar uppá kanning 2. dag eftir komu.
- Vit vísa varsemi tá vit fara til handils.
Sjálvt um smittan er vaksandi, er í løtuni tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt.
Farsóttarnevndin hevur boðað landsstýrinum frá, at tey meta at verandi tiltøk eru nøktandi. Tí er avgjørt, í samráð við Farsóttarnevndina, at halda fram við víðkaðu koronatilmælunum.
Landsstýrið fylgir alla tíðina neyvt við gongdini, og er í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina. Versnar støðan í sjúkrahúsverkinum, kemur ein nýggj fráboðan.
Smittustøðan er framvegis álvarsom. Heitt verður á øll um framhaldandi at virða tilmælini.