Viðmerking frá løgmanni til áleikandi støðuna í Ukreina:
"Støðan í Eysturukreina og á markinum millum Ukreina og Russland er sera álvarsom. Enn vónar landsstýrið, at diplomatisku royndirnar at finna eina loysn fara at eydnast, so tað slepst undan einum vanlukkuligum stríði í Evropa.
Tað hevur týdning, at sjálvsavgerðarrætturin hjá Ukreina verður virdur. Altjóða lóg er við til at borga fyri rættvísi, tryggleika og stabiliteti í heimssamfelagnum. Ikki minst fyri smátjóðir sum Føroyar, er tað umráðandi, at altjóða lóg verður vird og hildin. Tí tekur landsstýrið frástøðu frá russisku framferðini í Eysturukreina og fordømir framdu brotini á altjóða lóg.”
Støðan í økinum broytist støðugt. Landsstýrið fylgir tí nevyt við gongdini, og metir so hvørt um støðuna.
Lagt út: 23/2 2022 kl. 18.40