Løgmaður trýsti í morgun á knøttin, sum alment bant nýggju vindmyllulundina í Húsahaga í netið hjá SEV.
Í tí sambandi flutti løgmaður fram røðu:
Góðan morgun øll somul!
Danski skemtarin Storm P hevur einaferð sagt, at “Modvind er en god ting – når man skal den anden vej”.
Vindur sum orkukelda hevur mangan havt vindin ímóti í Føroyum.
Tað hevur hon ikki longur. Vindorka hevur nú veruliga vindin undan.
Nýggja vindmyllulundin í Húsahaga, sum vit í dag hátíðarhalda, er eitt týðandi framstig, ja, kanska framstig er eitt ov veikt orð.
Hetta er ein orkukollvelting.
Streymframleiðslan úr vindi verður nú fleirfaldað, og fer at standa fyri einum góðum fjórðingi av okkara samlaðu orkuframleiðslu.
Nógvi vindurin mánadagin fekk meg at hyggja á heimasíðuna hjá SEV, hvussu býtið millum olju, vatn og vindorku var.
Ta einu løtuna vóru bara 10 % av orkuni í Føroyum framleidd við olju.
Restin var úr vatni og vindi.
Hetta er næstan ikki til at fata.
Hetta er ein grøn kollvelting í orðsins sanna týdningi.
Vindmyllur eru væl egnaðar til føroysk viðurskifti.
Veðurlagið í Føroyum kann oftast tykjast ótespiligt, summi vilja siga beinleiðis ófantaligt til tíðir.
Tað er kortini júst okkara veðurlag, sum er ein risa varandi orkukelda.
Føroyar standa eins og øll heimsins lond fyri stórum avbjóðingum á orkuøkinum.
Vit eru í stóran mun bundin av olju, og hetta er ein byrða - bæði fyri umhvørvið og búskapin.
Slakur fjórðingur av okkara innflutningi er olja.
Vit innflyta væl meira brennievni enn okkara grannalond, Ísland og Danmark.
Hetta ger okkum ógvuliga viðbrekin, tí tað er skjótt, at høgir oljuprísir raka okkum meint.
Tí er neyðugt at taka stig – stór stig – móti at gera Føroyar til ein reinorkubúskap.
Eitt týðandi fet verður tikið í dag.
Við nýggju vindmyllulundini hjá SEV eru vit nærri málinum um ein reinorkubúskap.
Eg vil at enda ynskja tykkum í SEV hjartaliga til lukku við nýggju vindmyllulundini.
Nú tit hava vindin undan, vóni eg, at tit megna at halda á við at menna hesa týðandi orkukeldu komandi árini.
Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at í 2020 skulu meira enn 80% av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orkukeldum.
Tað er mín vón, at vit kunnu røkka hesum máli í felag.
Hjartaliga til lukku enn einaferð og blíðan byr!
Mynd: Alan Brockie