Ein nógv størri partur av føroyskari ferðavinnu skal vera vinnuferðavinna. Tað er høvuðsboðskapurin í frágreiðingini ”Vinnuferðavinna – tilmæli um, hvussu Føroyar gerast eitt burðardyggari ferðamál,” sum Vakstrarforum almannakunngjørdi í dag.
Vakstrarforum hevur gjørt av, at ferðavinna skal raðfestast sum vakstrarøki, og setti ein arbeiðsbólk at arbeiða við tí áðrenn jól. Arbeiðsbólkurin sær fyri sær, at vinnuferðavinna, sum í dag hevur eitt virði á 360 mió. kr. kann trífaldast. Føroysk ferðavinna skal tilsamans í 2030 hava ein umsetning á tvær milliardir krónur, og tá skal vinnuferðavinna standa fyri helvtini, sum er ein milliard.
Skal hetta málið røkkast mælir bólkurin til, at ein eventskrivstova verður sett á stovn, sum kann leggja lunnar undir eina størri vinnuferðavinnu, og kann økja um eftirspurningin uttanlands at halda fundir og ráðstevnur í Føroyum.
Vinnuferðavinna verður mett at vera sosialt og umhvørvisliga burðardyggari enn vanlig ferðavinna. Vinnuferðagestir vitja uttanfyri háárstíð, tá ið ferðavinnan hevur mest tørv á gestum. Tey leggja nógvan pening eftir seg og koma við vitan og netverki til landið.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Les frágreiðingina her.