28.11.2008 · Løgmansskrivstovan

Vísindaráðið farið til verka

Vísindaráðið farið til verka

Vísindaráðið hevði sín fyrsta fund fyrrapartin í dag. Vísindaráðið er mannað við landsstýrisfólkunum, umboðum úr vísindaliga umhvørvinum og vinnuni. Vísindaráðið skal orða tann yvirskipaða strategiska granskingarpolitikkin, sum við felags hugsjón fevnir um gransking, menning og nýskapan. Í yvirskipaða granskingarpolitikkinum er ætlanin, at serlig høvuðsøki verða raðfest fyri eitt ávíst tíðarskeið samstundis sum fíggjarligu íløgurnar fylgja við.

 

Løgmaður er formaður og landsstýriskvinnan í granskingarmálum næstformaður. Stjórin í granskingarráðnum er skrivari.

 

Vísindaráðið hittist aftur í februar og tá verður fyrsta orðingin av einum granskingarpolitikki væntandi klár at leggja fram.

 

Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: “Vísindaráðið hevur avgerandi týdning fyri menningina í Føroyum. Virkið hjá Vísindaráðnum setur gransking og nýskapan á hægsta politiska stig og byggir brýr millum politisku skipanina, vinnuna og almenningin.

 

Samskipanin av gransking í Føroyum hevur mangla og samskipan av fíggingini er neyðug. Ráðið fer at leggja lunnar undir ein føroyskan granskingarpolitikk og eina heildarætlan fyri gransking og menning í Føroyum.

 

Vísindaráðið er samt um, at fyritreytin fyri búskaparligum vøkstri í Føroyum er økt gransking og menning. Málið er at játta munandi størri upphæddir til gransking og menning tey næstu fimm árini. Landsstýrið ætlar tí at kanna hvussu teir mongu grunnarnir, ið landið varir av, í størri munn kunnu nýtast til hetta.