11.07.2022 · Løgmansskrivstovan

Vit kunnu bjarga vælferðini. Men tora vit?

Vit kunnu bjarga vælferðini. Men tora vit?

TÍÐARGREINTankasmiðjan Vakstrarforum hevur framleitt seks frágreiðingar og 164 tilmæli til politisku skipanina. Arbeiðið, hevur til endamáls at skapa burðardyggan vøkstur og varandi vælferð. Fleiri tilmæli bróta veruliga upp úr nýggjum og fara at seta krøv til handverkið og dirvið hjá okkum politikarum. Hetta er ein áheitan til mínar starvsfelagar um at taka væl ímóti hesum valaarbeiði og at tora at gera tað, sum skal til, fyri at tryggja vælferðina hjá komandi ættarliðum.

Bólturin liggur nú hjá okkum politikarum

164 tilmæli um varandi vøkstur og trivnað eru bæði ein gáva og ein avbjóðing til okkum í politisku skipanini.

Øðrumegin er hetta frálíkur íblástur at seta eina politiska dagsskrá. Hinumegin fara týdningarmestu tilmælini at krevja eina longri viðgerð í politisku skipanini. Tey fara at krevja eitt dygdargott politiskt handverk og tey fara at krevja dirvi at taka røttu avgerðirnar.

Frágreiðingarnar og tilmælini liggja nú á borðinum. Nú er tað upp til okkum politikarar, hvat vit velja at gera við tey. Hava vit dirvið sum skal til?

Skulu vit røkka endamálinum um at leggja vælferðina í eina trygga legu, so er tað júst dirvi, vit fara at hava brúk fyri. Onkur vildi sagt, at tað tryggasta er einki at gera. Tí so ger man ongar feilir. Hesum taki eg ikki undir við. Gera vit einki, standa vit still. Gera vit einki, er samfelagið í størri váða, enn um vit taka djarvar avgerðir, hóast hetta merkir, at vit onkuntíð taka skeivar avgerðir.

Teir seks arbeiðsbólkarnir hava orðað nøkur djørv og framsøkin mál:

  • Vit skulu fremja eitt grønt skifti í breiðastu merking, sum inniber eina minking í útláti, tilfarsnýtslu og eina fyriskipan um, hvussu vit kunnu gagnnýta og varðveita føroyskt lendi og sjóøkið betur enn í dag.
  • Útflutningurin úr havinum skal økjast úr 7 til 11 milliardir
  • KT vinnan skal vaksa úr 2,5 % upp í 6 % av BTÚ
  • Vinnuferðavinnan skal trífaldast, soleiðis at ferðavinnan sum heild fær betur avkast uttanfyri summarsesong
  • Føroyar og føroyskar havnir og føroyskir veitarar skulu vera fyrsta valið hjá skipum í Norðuratlantshavi
  • Á útbúgvingarøkinum skulu vit møta førleikatørvinum á framtíðar arbeiðsmarknaðinum og búgva føroyska samfelagið til framtíðar talgilding og aldarinnar førleikakrøv

Øll 164 tilmælini í teimum seks frágreiðingunum stuðla, so ella so, upp undir hesi málini.

Vakstrarforum er nú liðugt við sítt arbeiðið, men politiskt eru vit ikki meir enn byrjað.

Aftur í skuffuna

Einaferð sat eitt annað landsstýri í Tinganesi. Hetta landsstýrið gjørdi av at sjóseta eina stóra verkætlan, sum skuldi seta mál og vísa á eina kós móti einum munandi betri samfelag. Málið var tá, at Føroyar í 2015 skuldu vera millum heimsins bestu lond at liva og virka í.

Nógv flentu og gjørdu gjøldur: Heldur áttu politikarar og embætisfólk at gjørt okkurt veruligt til nyttu enn at brúka fín orð og framleiða enn eina eina frágreiðing, sum øll vistu fór at enda í eini skuffu úti í Tinganesi.

Sjálvur var eg tá landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hendan “skuffufrágreiðingin” æt Visjón 2015. Eg fari at pástanda, at hon hevur havt munadyggari ávirkan á okkara samfelag, enn vit í dag geva okkum far um. Hetta serliga orsaka av tí kjaki og teimum tankum, sum hon setti í gongd millum ta ørgrynnu av fólki, sum veittu henni eitt íkast.

Í dag er tað ein sannroynd, at fleiri av framsøknu málunum í Visjón 2015 eru rokkin – Vit eru í dag millum heimsins bestu lond at liva og virka í.

Vakstrarforum er eitt líknandi strategiskt arbeiði, sum skal syrgja fyri, at vit Føroyar eru so frammalaga sum gjørligt í burðardyggu menningini, bæði í sambandi við orku og umhvørvi, men eisini sosialt og búskaparliga – Bert soleiðis tryggja vit varandi vælferð.

Rutina og  refleksjón

Í Føroyum eru vit rættiliga von við at koyra í rutinu. Vit gera sum vit plaga – sum vit altíð hava gjørt, og ofta til tað ikki gongur meir. Ikki tí, rutina og vanahugsan hava havt ein týdningarmiklan leiklut. Í øldir hevur rutina verið avgerandi fyri, at vit hava kunna yvirlivað og skipað okkum undir harðbalnum viðurskiftum. Og samstundis hevur náttúran eisini lært okkum, at tað er neyðugt at kunna tillaga seg skjótt.

Strategisk hugsan, ella refleksjón, er tað øvugta av rutinu, og snýr seg júst um at tillaga seg nýggjar umstøður ella avbjóðingar, sum hómast í havsbrúnni. Rutina er stuttskygd. Strategi er langskygd. Strategisk hugsan snýr seg um at bróta út úr vanahugsanini. Hetta er ikki nakað, sum vit ofta gera í politisku skipanini í Føroyum. At hetta sjáldan verður gjørt, kann vera ein orsøk til, at fólk vóru skeptisk viðvíkjandi Visjón 2015 og møguliga eisini eru tað í sambandi við Vakstrarforum.

Men í dag arbeiða allar væl riknar fyritøkur strategiskt. Tær hava eina fimm ára ætlan, eina tíggju ára ætlan, ella okkurt sum líkist. Vit kunnu spyrja: tá ið væleydnaðar fyritøkur arbeiða strategiskt, hví skulu vit sum samfelag ikki eisini tað? Eigur eitt samfelag ikki, eins og ein fyritøka, at steðga á av og á? Reflektera um kósina – um hvørja framtíð vit vilja hava – og síðani at seta sær framsøkin mál?

Svarið er greitt: Sjálvandi skulu vit tað. Hetta var orsøkin til, at eg setti Vakstrarforum at arbeiða strategiskt fyri, at livistøðið hjá okkum og komandi ættarliðum skal kunna varðveitast og mennast.

Ein óheft tankasmiðja

Evsta endamálið hjá Vakstrarforum hevur sostatt verið at tryggja vælferðina og mett varð frá byrjan, at besta amboðið at røkka hesum endamáli er at skapa burðardyggan vøkstur.

Hetta var útgangsstøði, tá ið vit brettu upp um armar og fóru til verka tíðliga í 2021.

Ætlanin var fyrst og fremst at seta gongd í nakrar tankar og eina hugskotsframleiðslu. Men tað hevði eisini týdning at málrætta tilmælini, og tí skuldi Vakstrarforum eyðmerkja vakstrarøki og síðani seta serfrøðingabólkar at arbeiða við økjunum og at orða tilmælini.

Væl hevur Vakstrarforum verið partur av stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum. Men sjálvt arbeiðið í Vakstrarforum og hjá serfrøðingabólkunum hevur verið ópolitiskt. Alt arbeiðið hevur havt eina breiða umboðan. Arbeiðsbólkarnir vóru settir fyrst og fremst við støði í royndum og fakligum førleikum. Tilmælini, sum bólkarnir eru komnir við, eru harumframt væl og virðiliga kjølfest í einum breiðum skara av hoyringspørtum. Hetta hevur stóran týdning, tí vit mugu vera felags um eitt strategiskt arbeiði á samfelagsstigi. Tað fer at krevja breiðar politiskar semjur at fremja týdningarmestu átøkini.

Av tilmælunum eru nøkur einføld. Onnur eru torskild. Summi kosta nógv. Summi kosta lítið – ella einki. Hóast tilmælini eru fjølbroytt, hevur ein gjøgnumgangandi táttur í øllum arbeiðnum verið týdningurin, sum førleikar og útbúgving fara at hava í framtíðarsamfelagnum. Arbeiðið hjá Vakstrarforum slær sostatt fast við fimmtummaseymi, at tað er menniskjaliga tilfeingið, sum hevur størstan týdning í landinum. Menniskjaliga tilfeingið er ein fortreyt fyri, at vit kunnu fáa munagott burtur úr náttúrutilfeinginum.

Djarvar avgerðir krevja breitt samstarv

Hóast koronukreppu og kríggj í Evropa gongur enn væl í Føroyum. Men vit kunnu ikki taka okkara góðu støðu sum eina sjálvfylgju. Skulu vit taka neyðugu djørvu avgerðirnar, mugu vit arbeiða tvørtur um markið millum samgongu og andstøðu. Umframt breiða samstarvið, má strategiska, langskygda, sjónarhornið eisini fylla meir í politiska arbeiðinum.

Eg eri glaður um, at eisini andstøðutinglimir tykjast at taka undir við orðaðu tilmælunum.  Tí fari eg við hesum at bjóða øllum mínum politisku starvsfeløgum til eitt kjak um, hvussu vit tryggja livistøði og vælferð í Føroyum langt inn í framtíðina, tvørturum núverandi og komandi samgongur. Eg veit, at semja neyvan verður um alt, men við tilmælunum frá Vakstrarforum hava vit eitt konstruktivt útgangsstøðið at byggja kjakið á.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

(Tíðargreinin er eisini prentað í Dimmalætting og Sosialinum 8. juli 2022)

Faktaboks
  • Vakstrarforum byrjaði sítt arbeiði 12. februar 2021 og endaði 14. juni 2022.
  • Í tíðarskeiðinum hevði Vakstrarforum 10 fundir.
  • Í Vakstrarforum sótu:
    • Annika Sølvará
    • Bartal Dulavík
    • Bárður á Steig Nielsen
    • Eyðun Christiansen
    • Guðrið Højgaard
    • Jenis av Rana
    • Magnus Rasmussen
    • Marita Rasmussen
    • Rúnar Reistrup
    • Rúni Hansen
    • Súni Selfoss
    • Uni Rasmussen

  • Eyðmerktu vakstrarøkini eru seks í tali, og innihalda tilsamans 164 tilmæli:
    • Grøna skiftið
    • Havið
    • KT vinna
    • Maritimar veitaravinnur
    • Útbúgving og arbeiðsmarknaður
    • Vinnuferðavinna

Frágreiðingarnar og fleiri upplýsingar um verkætlanina eru tøkar á Vakstrarforum.fo.