Møguleikarnir hjá føroyska samfelagnum at vaksa gjøgnum átøk innan kunningar- og samskiftistøkni eru bæði stórir og fjølbroyttir.
Hetta var greiða niðurstøðan á fimta fundinum hjá Vakstrarforum, tá ið kunningar- og samskiftisbólkurin (KST) legði fram sína frágreiðing fyri Vakstrarforum. Í frágreiðingini leggur bólkurin fram 28 ítøkilig tilmæli innan KST menning, sum kunnu vera eitt íkast til burðardyggan vøkstur í Føroyum.
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og formaður í bólkinum, vísti millum annað á, at størsta avbjóðingin í løtuni er, at vit mangla útbúgvin KT-fólk í Føroyum.
Løgmaður takkaði bólkinum fyri eitt gott arbeiði.
"Eingin ivi er um, at vøkstur og menning innan kunningar- og samskiftistøkni, fara at verða við til at loysa nógvar av teimum avbjóðingum, sum vit møta í framtíðini. Til dømis í mun til grøna skiftið og avbjóðingar á eldraøkinum og øðrum vælferðartænastum. Samstundis er útflutningur av KST vørum og tænastum ein upplagdur møguleiki hjá einum fjarskotnum samfelag sum okkara, segði løgmaður Bárður á Steig Nielsen eftir framløguna.
Í KST bólkinum sita Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni (formaður), Ulla Joensen, stjóri á Elektron, Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, Annika Mittún Jacobsen, deildarstjóri á ATP, Jákup Lamhauge, strategiskur stjóri á GlobeTracker og Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (skrivari).
Tríggir nýggir arbeiðsbólkar farnir til verka
Vakstrarforum brúkti eisini fundin til at sjóseta arbeiðið við trimum øðrum vakstrarøkjum. Ferðavinnubólkurin, við Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands á odda, fer at lýsa møguleikar fyri burðardyggum vøkstri innan ferðavinnuna. Veitaravinnubólkurin, har Esther Dahl er forkvinna, fer at hyggja at møguleikum fyri vøkstri innan maritimar veitaravinnur. Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin, við Ingibjørg Berg sum forkvinnu, fer at hyggja nærri at teimum førleikum, sum framtíðararbeiðsmarknaðurin og vælferðarsamfelagið fara at hava brúk fyri.
Allir arbeiðsbólkarnir verða lidnir við arbeiði fyrst í komandi ári.
Næsti fundur í Vakstrarforum verður í januar.
Les meira um Vakstrarforum á www.vakstrarforum.fo