Tað vóru tung boð at frætta, at Ivan Johannesen er deyður.
Ivan hevur verið bæði løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin.
Ivan var føddur í Miðvági 28. juni 1934. Foreldur hansara vóru Hanna Sofía, fødd Simonsen, úr Sandavági og Mikkjal Pauli Johannesen úr Miðvági. Hann var giftur Sannu Davidu, fødd Højbro, úr Klaksvík.
Ivan var á fyrsta sinni valdur á ting í 1978 fyri Vága valdømi, og sat sum tingmaður í fyrstu syftu til 1988. Hann varð afturvaldur í 1994 , men stillaði ikki uppaftur í 1998. Hann var landsstýrismaður fyrru ferð tíðarkeiðið 22. juni 1989 – 15.januar 1991, har ið hann m.a. umsat fíggjarmál í einari truplari tíð fyri føroyska búskapin. Hann var landsstýrismaður seinnu ferð frá 15. september 1994 til 15. mai 1998, har ið hann fyrst umsat fiskivinnumál, og síðan m.a. vinnumál.
Vit minnast Ivan sum ein álítismann, ið var støðufastir, eisini tá ið hart leikaði á. Vit drýpa høvur og ynskja Guds signing yvir minni hansara.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður