10.01.2011 · Løgmansskrivstovan

Vit niðurleggja ikki arbeiði áðrenn arbeiðstíðin er av

Vit niðurleggja ikki arbeiði áðrenn arbeiðstíðin er av
Seinastu tíðina hava tos og gitingar verið í fjølmiðlunum um, nær løgtingsval verður útskrivað. Eg vil tí gera heilt greitt, at eg havi ongar ætlanir um at skriva út val í úrtíð, og at næsta løgtingsval verður eftir ætlan 19. januar 2012.
 
Mín meining er, at eitt valskeið eigur at vera fýra ár. Stýrisskipanin ásetur, at eitt valskeið er fýra ár, og tey fólkavaldu hava fingið heimild frá fólkinum at útinna sítt starv hetta tíðarskeið.
Ein og hvør skipan og samfelag tørvar støðugar karmar. Val í úrtíð skapar ótryggleika, darvar politiska arbeiðið og forðar fyri langtíðarætlanum. Um politiska skipanin hevur eina óvissu um val hangandi yvir sær, hevur hon ikki hóskandi umstøður at virka undir. Politska arbeiðið kemur at liggja í dvala, og illa ber til at leggja ætlanir tilrættis. 
 
Ofta verður sagt, at størri mál og broytingar bert kunnu fremjast fyrstu tvey árini av einum valskeiði. Hesum eri eg ósamdur í. Tað velst um, hvør myndar politisku skipanina. At gera tað til meginreglu, at politiska skipanin ikki skal fremja størri mál seinnu helvt av einum valskeiði er at halda borgaran fyri gjøldur. Eg trúgvi ikki, at nakar arbeiðsgevari hevði sett nakran í starv fyri eitt fýra ára skeið, um hesin bert ætlaði at arbeiða helvtina av tíðini.

 

Fíggjarlógin
Samgongan, sum eftir ætlan fer at taka við í 2012, kemur at leggja fíggjarkarmar fyri 2013, sambært nýggju játtanarskipanini. Við nýggju játtanarskipanini er fíggjarlógararbeiðið broytt munandi og hevur fingið betri hóskandi karmar. Endamálið er at skapa meira støðugar karmar, fyrst og fremst við at geva landsstýrinum longri tíð at leggja fíggjarætlanina til rættis. Longu 1. apríl skal uppskot til játtanarkarm leggjast fyri Løgtingið. Játtanarkarmurin er grundarlagið undir fíggjarlógini, og landsstýrisfólk og stjórnarráð fáa at vita samlaðu játtanina, tey skulu halda seg innanfyri.  
 
ABC samgongan eigur ábyrgdina av fíggjarlógini fyri 2012 við húð og hár, men eg vóni og vænti, at vit megna at fáa eina breiða semju. Fíggjarlógin fyri 2011 er úrslit av einari semju við andstøðuna, og so at siga alt Løgtingið atkvøddi fyri henni. Um vit megna at halda fast við hesi gongd og fáa skapt breiðar semjur um okkara fíggjarpolitikk, fáa vit skapt støðugar karmar fyri okkara búskap.

 

Arbeiðið er ikki liðugt
Ætlanin er ikki, at landsstýrið skal sita, bara fyri at sita, tí arbeiðið, sum vit hava sett okkum fyri, er ikki liðugt enn. Vit hava týdningarmiklar bygnaðarligar broytingar eftir at fremja, eitt nú pensjónsnýskipanina og umskipan av kommunum og skúlarøkinum. Hesar umskipanir hava ligið á láni alt ov leingi, og vit ætla at seta tær í verk, áðrenn hetta valskeiðið er runnið. Vit ætla ikki at niðurleggja arbeiðið, áðrenn arbeiðstíðin er av.
 
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður