Indiska sendikvinnan í Keypmannahavn, Pooja Kapur, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Í morgun var hon á vitjan hjá løgmanni úti í Tinganesi.
Á fundinum sínámillum umrøddu tey bæði millum annað, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja um samstarvið, eitt nú í mun til KT, fiskivinnu, alivinnu, shipping og maritimar veitaravinnur.
“Vit eiga at styrkja um okkara samstarv við India. Sjálvt um India er heimsins fólkaríkasta land og vit eitt av heimsins minstu, so er nógv vit kunnu geva hvørjum øðrum. Vit í Føroyum framleiða heimsins besta mat úr sjónum, sum kann koma indum til góðar, og India hevur nógva vitan innan til dømis KT, framtíðartøkni og verkfrøði, sum vit kunnu fáa gagn av,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Vinnuferð til India
Løgmaður nýtti eisini høvi til at takka sendikvinnuni fyri, at hann er boðin at luttaka og røða á stóru ráðstevnuni, India Nordic Baltic Business Conclave, ið verður hildin í New Delhi í India 22. og 23. november í ár.
Í hesum sambandi arbeiðir Løgmansskrivstovan saman við Vinnuhúsinum við at skipa fyri eini almennari vinnuferð til India í november, har løgmaður kemur at standa á odda fyri føroysku sendinevndini.
Føroyskar fyritøkur, ið hava áhuga í at luttaka í vinnuferðini, eru vælkomnir at venda sær til Vinnuhúsið.