Vit styrkja samstarvið uppá tvørs - evnisdagurin hjá landsfyrisitingini 2010
Fríggjadagin 24. september hevði landsfyrisitingin, tvs øll aðalráðini, sín árliga felags evnisdag. Í ár var evnið Rørsla & Samstarv.
Dagurin byrjaði á Tórsvølli, har skipað varð fyri ymiskum tiltøkum og kappingum har um leiðir. Starvsfólkini vórðu býtt í bólkar, sum skuldu loysa uppgávur og dystast í ymsum ítróttarkappingum við støði í okkara felags virðisgrundarlagi - vit draga eina línu, vit seta skynsemi í hásæti, vit vilja vita og vit bróta slóð.
Síðani var farið í Norðurlandahúsið har fyrilestrar og kjak vóru á skránni. Magni Mohr, doktari í ítrótti, hevði framløgu um kropsliga heilsu, og Dorthe Gyldenkærne, ráðgevi, hevði framløgu um persónliga menning.
Endamálið við árligu felags evnisdøgunum í landsfyrisitingini er at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum, styrkja samstarvið millum aðalráðini og at styrkja fatanina av okkara felags virðisgrundarlagi til tess at røkka felags visjónini hjá landsfyrisitingini um at vera fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti.
(Mynd: Felags evnisdagur hjá landsfyrisitingini 2007)