Í dag er www.whaling.fo almannakunngjørd í nýggjum hami. Nýggja síðan er ein liður í at styrkja um almennu kunningina um grindadráp.
Gongdin seinastu árini hevur verið, at grindamótmæli hava flutt seg yvir á sosialar miðlar. Nýggja heimasíðan er ein liður í at tillaga samskifti hjá Føroya landsstýri til hesa gongd.
- Gjøgnum árini hava vit upplivað átøk og herferðir frá umhvørvisfelagsskapum, sum vilja steðga grindadrápi. Vit hava rætt at drepa grind, og landsstýrið fer at halda fast í hesum rætti. Vit liva í eini alheimsgjørdari tíð, har tíðindi ferðast frá einum heraðshorni til eitt annað í eini handavending. Tí skulu vit hava eina góða almenna kunning um, hví vit føroyingar drepa grind, sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.
Endamálið við heimasíðuni er at geva greiða kunning um grindadráp, og hví føroyingar drepa grind, og dentur er lagdur á stuttar og upplýsandi tekstir og gott myndatilfar. Ætlanin er somuleiðis, at tilfarið á síðuni kann nýtast á sosialum miðlum, og at borgarar í Føroyum kunnu brúka og fáa gagn av síðuni.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 551028