27.08.2024 · Løgmansskrivstovan

WTO: Limaskapur skal roynast í serligum gerðarrætti millum Føroyar og Danmark

WTO: Limaskapur skal roynast í serligum gerðarrætti millum Føroyar og Danmark

Føroyar hava í nógv ár ynskt sær sjálvstøðugan limaskap í WTO. Á tíðindafundi í Aalborg seinnapartin, sum varð hildin í samband við ríkisfundin og fundin í samstarvsráðnum, boðaði løgmaður frá, at landsstýrið og danska stjórnin eru samd um at leggja málið um føroyskan limaskap í WTO fyri ein gerðarrætt, sambært heimastýrislógini § 6. 

 

Breið semja aftanfyri stigið

Føroyar uppfylla treytirnar, sum WTO setur fyri limaskapi í felagsskapinum, men landsstýrið og danska stjórnin eru ósamd um, hvørt stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir sjálvstøguðum limaskapi í WTO.

Trætan hevur koyrt í eitt áratíggju millum skiftandi landsstýri og skiftandi danskar stjórnir, uttan at nakar av pørtunum hevur flutt seg.  

Málsræðistrætur kunnu verða loystar eftir heimastýrislógini § 6, sum sigur, at tá ið ivamál eru um føroyska heimastýrinsins ræði í mun til ríkisvaldið, verða málini løgd fyri eina nevnd, einum gerðarrætti. Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, er hesin gerðarrættur ongantíð áður royndur í verki. Tískil er tað eitt søguligt stig, sum landsstýrið og danska stjórnin nú taka.

Breið semja er í Føroyum um at leggja málið fyri § 6 nevndina. Eitt samt landsstýri og ein samd uttanlandsnevnd standa aftanfyri stigið. Semja er eisini millum løgmann og danska forsætisráðharran um at leggja málið fyri gerðarrættin. 

Stigið, sum vit hava tikið í dag, er søguligt og týdningarmikið í arbeiðinum at víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. Ikki minst hevur tað týdning, at vit taka stigið saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark. Samráðingarnar við donsku stjórnina hava staðið í stað í nógv ár. Men eg fegnist um, at ítøkilig stig nú verða tikin, soleiðis at vit vónandi kunnu loysa ósemjuna og koma víðari.
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Hvat er WTO?

Handilsskapurin WTO er ein millumtjóða felagsskapur, sum er stovnaður í 1995. Felagsskapurin er við til at tryggja búskaparligan vøkstur og arbeiðir við at stuðla undir fríum altjóða handli við at minka um forðingar og samtykkja felags reglur fyri handil millum lond. Endamálið er at tryggja, at allur handil gongur rættvíst fram og gagnar øllum londum í felagsskapinum. 

Samanlagt 164 lond hava limaskap í WTO. 

 

Hví hevur limaskapurin týdning fyri Føroyar? 

Føroyskur limaskapur hevur alstóran týdning fyri føroyskan útflutning og fyri møguleikanum at gera fríhandilsavtalur við onnur lond. Limaskapur í WTO hevði styrkt munandi um møguleikarnar hjá Føroyum at gera nýggjar handilsavtalur, sum er avgerðandi fyri okkara búskap, tí at útflutningur er so stórur partur av okkara búskapi.   

 Mynd: Mads Frost/Statsministeriet


Hetta sigur § 6 í heimastýrislógini

§ 6 Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum.