Fylgibroytingar til konkurslógina

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar
Frágreiðing

Um uppskotið

Løgtingið hevur í mars 2022 samtykt uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v. Broytingarnar, sum koma í gildi tann 1. januar 2023, snúgva seg í høvuðsheitum um at seta reglur um endurskipan/rekonstruktion og trotabúsbann/konkurskarantæne inn í konkurslógina.

Reglurnar um trotabúsbann koma ístaðin fyri reglur um gjaldsteðg, neyðskuldarsemju o.a., sum við áður nevndu anordning verða settar úr gildi. Reglurnar verða ístaðin savnaðar í eitt nýtt, felags regluverk um endurskipan. Neyðugt er tí at rætta tilvísingar til hesar reglurnar í einari røð av løgtingslógum o.tíl.

Neyðugt er eisini at gera tillagingar í grannskoðaralógini, soleiðis at hon leggur upp fyri nýggju reglunum um trotabúsbann.

Fylgibroytingar skulu eisini gerast í kongligum fyriskipanum og í fólkatingslógum, men hetta lógaruppskotið fevnir bara um fylgibroytingar innan sermál - á yvirtiknum málsøkjum. Fylgibroytingar innan felags mál verða gjørdar av danska løgmálaráðnum.

Uppskotið er sent beinleiðis til:

Stjórnarráðini, TAKS, Gjaldstovuna, Vinnustovnin, Landsverk, Dátueftirlitið, Føroya Rætt, Advokatfelag Føroya. Rættarhjálpina, Ríkisumboðið, Fútan, Føroya Politistafelag, Føroya Kærustovn, Fróðskaparsetur Føroya, Vinnuhúsið, Kommunufelagið, Brúkaraumboðið, Búnaðarstovuna, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Fiskimannafelagið, Føroya Handverkarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroysk Miðlafólk. Føroya Prentarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Reiðarafelagið, Felagið Føroyskir Peningastovnar, Handilsvinnufelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Landsfelag Handverkaranna, Meginfelag Útróðrarmanna, Ráðgevarafelagið, Reiðarafelagið fyri Handilsskip, Starvsfelagið og Yrkisfelagið Trygdin.

Ummælisfreistin er farin
15.08.2022
Ráð
Løgmansskrivstovan
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
24.06.2022
Samband
jakupa@tinganes.fo
Málsviðgjørt
JAK
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Ymsum Løgtingslógum O.Tíl. Í Sambandi Við Dagføring Av Konkurslógini Fyri Føroyar Javntekstur (2)