Heftirevsing broytt til fongsul í upp til 4 mánaðar
Løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a.
(Heftirevsing broytt til fongsul í upp til 4 mánaðar)
Landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið ríkislógartilmæli um at seta nýggja revsifullgerðarlóg í gildi fyri Føroyar. Í hesum sambandi verður høvi nýtt at leggja fram lógaruppskot um broyting í ymsum lógum um revsing sum fylgi av hesi lóg og broytingum áður av galdandi lóggávu um revsing, serliga avtøkuna í Føroyum av heftisrevsing í 2010. Tá var hesin revsingarformur avtikin uttan at gera neyðugu konsekvensbroytingar í øðrum lógum. Tað verður nú gjørt.
Innihaldsliga broytir uppskotið ikki galdandi lóggávu í Føroyum. Heftisrevsing var avtikin í 2010 í Føroyum, men stendur framvegis í fleiri serlógum. Tekniskt valdi man í 2010 loysnina at áseta avtøkuna av heftirevsing í revsilógini, og so tulkingarliga siga, at hendan revsilógarbroyting í roynd og veru broytti allar serlógirnar, har heftisrevsing var ásett, men man gjørdi tað ikki við einari formligari broyting í einstøku lógunum.
Við hesum uppskotinum roynir man so at rudda lóggávuna, so at hon svarar til tað, sum veruliga geldur, nevniliga at heftisrevsing er ikki til longur. Við uppskotinum verða fylgibroytingar gjørdar í lógum, sum eru føroysk sermál. Fylgibroytingar í lógum, sum eru felagsmál, mugu verða gjørdar við serstakum uppskoti sum ríkislógartilmæli.
Uppskotið er sent beinleiðis til:
- Almannamálaráðið
- Heilsumálaráðið
- Uttanríkis- og mentamálaráðið
- Umhvørvis- og vinnumálaráðið
- Fíggjarmálaráðið
- Fiskimálaráðið
- Kommunufelagið
- Føroya Landfúta
- Føroya Rætt