Kærunevndin í lendismálum, Vinnukærunevndin og Skuldarumskipanarnevndin verða tiknar av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini)
Frágreiðing

Løgtingið samtykti í november uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn. Sí LM-007/2021.

Endamálið við løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn er at skipa Kærustovnin sum sjálvstøðugan og óheftan myndugleika. Hetta hevur við sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá, verða tiknar av yvir eitt tíðarskeið uppá 2 ár, og at ein kærunevnd, Fjølmiðlanevndin, verður flutt.

Heimildirnar hjá nevndunum skulu, so hvørt sum nevndirnar verða tiknar av, flytast til Kærustovnin. Tað merkir, at Kærustovnurin frameftir skal viðgera og taka avgerð í kærumálum, sum tær átta kærunevndirnar hava, og at Kærustovnurin eisini skal taka avgerð í teimum málum, sum tær tríggjar avgerðarnevndirnar hava.

Sambært § 16, stk. 2 í løgtingslóg um Føroya Kærustovn verða hesar nevndir tiknar av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn tann 1. juli 2022:

  1. Kærunevndin í lendismálum.
  2. Vinnukærunevndin.
  3. Skuldarumskipanarnevndin.

Í hesum sambandi er tað neyðugt at gera broytingar í teimum lógunum, sum hesar tríggjar nevndirnar fevna um. Talan er um lóggávu á málsøkinum hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni.

Seinni verður neyðugt eisini at rætta tilvísingar til hesar nevndirnar í nógvum kunngerðum á málsøkjunum, umframt at tað eru onkrar kunngerðir, sum eiga at verða settar úr gildi.

Uppskotið er sent beinleiðis til ummælis hjá:

  • Umhvørvis- og vinnumálaráðnum
  • Fíggjarmálaráðnum
  • Føroya Kærustovni
Ummælisfreistin er farin
10.01.2022
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Fyrisiting
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
14.12.2021
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Løgtingslóg Um Br. Í Ymsum Løgtingslógum O.Tíl. Í Samband Við Umskipan Av Føroya Kærustovni Fylgiskjal 1. Javntekstur.