Klokkutíðin verður broytt

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um klokkutíðina
Frágreiðing

Í uppskotinum verður skotið upp, at klokkutíðin fyri Føroyar – normaltíðin - verður ásett at fylgja samskipaðu alheimsklokkutíðini (UTC) við einum tíma løgdum afturat (UTC+1). Hetta er tað, sum vit í dag kenna sum summartíð.

Vit hesum verður normaltíðin í Føroyum bæði vetur og summar UTC+1. Tá eru vit altíð góðan hálvan annan tíma aftan á sólhæddina. Tað verður altíð ein tími á muni millum Føroyar og Ísland, har vit eru ein tíma frammanfyri. Fasthalda danir summartíðina verður tíðarmunurin millum Føroyar og Danmark og Evropu ongin um veturin, men Danmark og Evropa verður ein tíma frammanfyri um summarið.

Ummælisfreistin er farin
07.11.2022
Ráð
Løgmansskrivstovan
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
07.10.2022
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Klokkutíðina Fylgiskjal 1. Heimkort Við Tíðarsonum Fylgiskjal 2. Tíðarmunur Millum Føroyar Og Grannalondini Við Klokkutíðini UTC Fylgiskjal 3. Lond Sum Brúka Summartíð