Konkurslógin verður dagførd
Konkurslóggávan er felagsmál. Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur danska Løgmálaráðið gjørt ríkislógartilmæli, sum nú verður sent til almenna hoyring. Løgmansskrivstovan hevur avtalað við Løgmálaráðið, at Løgmansskrivstovan sendir uppskotið víðari til viðkomandi føroyskar partar, sum ikki eru á hoyringarlistanum hjá løgmálaráðnum.
Broytingarnar í stuttum
Løgtingið hevur í vár samtykt eitt ríkislógartilmæli um dagføring av konkurslógini fyri Føroyar. Broytingarnar snúðu seg m.a. um at seta reglur um endurskipan (rekonstruktion) í gildi í Føroyum. Samtykta uppskotið innihelt tó ikki tær nýggjastu donsku broytingarnar á økinum. Nýggjastu broytingar, sum nú verða skotnar upp at seta í gildi í Føroyum, snúgva seg m.a. um:
- at betra møguleikarnar fyri, at fyritøkur, sum hava fyribils fíggjarligar trupulleikar, kunnu rekast víðari heldur enn at verða koyrdar á húsagang. Ítøkiliga snýr tað seg um í eitt avmarkað tíðarskeið at gera tað møguligt hjá einum virkiseigara at traðka aftur frá endurskipanarviðgerðini. Hesin møguleiki er ikki til staðar eftir teimum reglum, sum vórðu samtyktar í vár.
- at gera broytingar í reglunum um varnarting í skuldarumskipanarmálum, soleiðis at tað eftir umstøðunum eisini verður møguligt at søkja um skuldarumskipan í Føroyum, hóast tú ikki hevur bústað her í landinum.
Freistin at senda ummæli er fríggjadagin 1. juli 2022
Um tit hava viðmerkingar til uppskotið, skal ummælið – orðað á donskum - sendast beinleiðis til nordatlantkontoret@jm.dk og majo@jm.dk við cc til jakupa@tinganes.fo.
Uppskotið er sent beinleiðis til:
- Stjórnarráðini
- TAKS
- Gjaldstovuna
- Vinnustovnin
- Dátueftirlitið
- Føroya Kærustovn
- Fróðskaparsetur Føroya
- Vinnuhúsið
- Kommunufelagið
- Betri Banka
- Bank Nordik
- Betri Trygging
- Trygd
- Norðoya Sparikassa
- Suðuroyar Sparikassa