Nágreining av ásetingunum um hvør útflýggjar útflutningsloyvi til vápn

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um vápn v.m.
Frágreiðing

Reglurnar um útflutningsloyvi til vápn og lóður eru ásettar í kunngerð um vápn v.m., sum kom í gildi í 1969. Har er ásett, at tað er Landfútin (Politiið í Føroyum) sum útflýggjar hesi loyvi. Sambært kunngerðini útflýggjar Landfútin loyvi til øll vápn fevnd av vápnalógini.

Umsitingin av vápnum er sambært vápnalógini deild í tvey. Landfútin umsitur pistólar, riflur o.a. sambært § 1, stk. 1 í vápnalógini, meðan Umhvørvisstovan umsitur hølgbyrsur, luftbyrsur o.a. sambært § 2, stk. 1 í vápnalógini.

Í 2015 bleiv vápnalógin broytt og 1. januar 2016 kom í gildi krav um vápnaprógv. Eftir hesa lógarbroyting metti Landfútin, at hann ikki longur er rætti myndugleiki at útflýggja útflutningsloyvi til tey vápn, sum Landfútin ikki umsitur.

Tí verður kunngerðin tillagað soleiðis, at útflutningsloyvi til høglbyrsur o.a., t.e. tey vápn sum eru ásett í § 2, stk. 1 í vápnalógini, framyvir skulu útflýggjast av Umhvørvisstovuni.

Ummælisfreistin er farin
20.05.2019
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Vápn
Slag
Kunngerð
Dagfesting
15.04.2019
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
JSS
Tak niður
Kunngerð um broyting í kunngerð um vápn v.m..pdf